Jón Bjarnason gjøgnum gongur teir átta svimjarnar, sum í kvøld skulu svimja finaluna í 800 metra frí í HM kappingini í Barcelona.
Her eru teir sjey mótstøðumenninir hjá Páli og Pál Joensen sjálvur. Teir eru uppdeilir eftir hvørjari geil teir svimja á í kvøld.
800 metra frí – HM finala í Barcelona klokkan 18.29:
Geil 1: Gregorio Paltrinieri (18 ár, Italia) Kemur at liggja millum nummar 6, 7 og 8. Sá veikur út í innleiðandi svimjingini.
Geil 2: Oussama Mellouli (29 ár, Tunis) Kemur at kempa um fjórða plássið við Pál Joensen. Vandi saman við Páli upp til OL í fjør.
Geil 3: Ryan Cochrane (24 ár, Kanada) Havi hann til at kempa um silvur saman við Connor Jaeger. Vænti bronsu til Ryan.
Geil 4: Connor Jaeger (22 ár, USA) Er nýggja stjørnan hjá USA á teimum longu teinunum. Er hálvt ár yngri enn Pál. Kemur at kempa um silvur, sum eg giti hann fær.
Geil 5: Sun Yang (21 ár, Kina) Er stórfavorittur at vinna gull. Vann eisini gull í HM kappingin í 2011 og OL í London á hesum teininum. Vinnur gull.
Geil 6: Michael McBroom (21 ár, USA) Er eisini ein av nýggju svimjivónunum hjá USA á longri teinunum. Er um 15 sekund seinni enn Pál. Meti hann sum tann veikast í feltinum og endar helst nummar 8.
Geil 7: Pál Joensen (22 ár, Føroyar) Kann við síni bestu tíð bjóða av um silvur heiðursmerki, men tað er meiri sannlíkt at hann kemur at kempa um fjórða plássið saman við Oussama Mellouli.
Geil 8: Jordan Harrison (17 ár, Avstralia) Ungur svimjari, sum ikki kemur at gera so nógv um seg. Kemur at liggja millum tríggjar teir aftastu.
Samanumtikið:
1: Sun Yang
2-3: Connor Jaeger og Ryan Cochrane
4-5: Pál Joensen og Oussama Melluli
6-8: Gregorio Paltrinieri, Michael McBroom og Jordan Harrison
Finalan í 800 metra frí byrjar klokkan 18.29. Kringvarpið og Eurosport eru millum sjónvarprásirnar, ið vísa frá finaluni.