Fyrstu tiltøkini í desember vera í Havnar kirkju mikudagin klokkan 17 og 20.
Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.
Klokkan 17 spælur strúkikvartet við lærarum úr Tórshavnar musikkskúla. Sámal Petersen og Jona Jacobsen spæla violin, Angelika Nielsen spælir bratch og Tóri Restorff Jacobsen spælir cello.
Hesir fýra dugnaligu tónleikarar hittast hvørja viku í musikkskúlanum og venja kvartetspæl. Mikudagin fara tey at spæla strúkikvartet av Haydn og av Kára Bæk.
Klokkan 20 verður kirkjuárið sungið inn. Nýtt kirkjuár byrjaði sunnudagin, 1. sunnudag í advent, og mikukvøldið verður høvi til at fáa eitt yvirlit yvir gongdina í kirkjuárinum við at syngja sálmar, sum hvør sær knýta seg til ymsu tíðirnar í kirkjuárinum: Advent – jól – hvítusunna – páskir og trinitatis.
Dómpróstur, Uni Næs, fer at hugleiða og dugnaligi miðnámsnæmingurin, Torkil Jespersen, fer at spæla urgutónleik. Kristiliga Sangkórið og kórið Glymur vera á loftinum og virka saman við urgu og trompetleikara, Tróndur Olsen, sum forsangarar til samsangin.
Annars verða tiltøk í Havnar kirkju næstan hvønn dag kl. 17 allan desember. Ofta eru tað musikkskúlanæmingar sum saman við lærara spæla, men øll eru vælkomin at koma og lurta. Kunning um, nær hesi tiltøk eru, og hvør spælir kann fáast á plakatum kring býin og á heimasíðunum visittorshavn.fo/jol og á folkakirkjan.fo.