Konan fær helst eina eyka morgungávu

- Sum borgarstjóri kanst tú altíð vænta, at okkurt tekur seg upp um jólini, sum støða skal takast til saman við tí, sum hevur vakt hjá kommununi.

 

- Eg trívist væl í starvinum, sum er bæði avbjóðandi, spennandi, mennandi og læruríkt.

Hvar og hvussu verða jólini hildin í ár?  

- Eg haldi jól á Toftum saman við familjuni, og jólaaftansmorgun ætla vit at gera ein góðan morgunmat. Eg gleði meg nógv til at hugna mær saman við abbabørnunum. 

Tað sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, sum nú fer at halda fyrstu jólini sum borgarstjóri.

- Tað er ikki óhugsandi, at konan fær eina eyka morgungávu, tí tað er ein merkisdagur hjá okkum; tá eru liðin 45 ár, síðan vit tóku ring uppá. Seinnapartin jólaaftan fara vit í kirkju sum vanligt. Síðan eta vit gás frá beiggja mínum úr Porkeri.  

 

Borgarstjórin vísur á, at jólamorgun verður farið í Fríðrikskirkjuna sum vanligt. 

- Seinnapartin hava vit stokt lambskjøt til døgurða. Vit plaga eisini at taka nøkur borðspøl, áðrenn farið verður í Nes kirkju klokkan 18. 

Súni í Hjøllum sigur, at hjá honum er tað altíð ein serlig løta at uppliva stemningin í kirkjuni jólakvøld, tí hetta vekir góð og gomul minnir frá barnaárunum.  

- Eftir kirkjugongdina er føst siðvenja at fara til ein góðan nátturða hjá beiggja mínum og konu hansara í Saltnesi. 2. jóladag verður eisini farið í kirkju. Tá eta vit ræst kjøt til døgurða, spæla borðspøl og hugna okkum saman sum familja.

Verða jólini sum borgarstjóri øðrvísi enn annars?  

- Sum borgarstjóri kanst tú altíð vænta, at okkurt tekur seg upp, sum støða skal takast til saman við tí, sum hevur vakt hjá kommununi. Men annars er eingin broyting.

Hvussu hevur tú trivist í starvinum sum borgarstjóri? 

- Eg trívist væl í starvinum, sum er bæði avbjóðandi, spennandi, mennandi og læruríkt.

Keypir tú jólagávur?  

- Eg keypi vanliga tvær gávur, eina til konuna og eina til yngstu guddóttrina. Hinar gávurnar syrgir konan fyri.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Jólini eru ein serstøk hátíð, og tey koma við ljósinum hesa myrku ársins tíð. Friður og hugni saman við mínum kæru er altavgerandi saman við boðskapinum um, at “... tykkum er í dag ein Frelsari føddur...” sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu.

 

##med2##

 

- Eg trívist væl í starvinum, sum er bæði avbjóðandi, spennandi, mennandi og læruríkt.

Vakra Fríðrikskirkjan á Toftum tekur seg væl út ein kaldan heystardag.