Sambært bretskum myndugleikum kann pyntið á jólatrænum vera orsøkin til, at tráðleysa internetsambandið er so vánaligt.
Orsøkin sigst vera at ljósleinkjurnar, og tað vil siga leinkjurnar heldur enn ljósperurnar, geva frá sær so nógv radioóljóð, at tað væl kann avmarka ella heilt forða tínum internetsambandi.
Onnur ting, ið kunnu ávirka títt internetsamband, eru mikrobylgjuovnar, gomul bluetooth-apparat, babyalarmar og tráðleysar fasttelefonir.
Loysnin er tó ofta einføld, um internetsambandið ikki er sum tað skal. Flyt beinaran ella tað, sum órógvar.










