Stemningsfull jólakonsert verður í Salt á Drelnesi 17. desember, har songkvinnan, Tóra Vestergaard, framførðir eina perlurøð av jóla-klassikarum.
Skráin er fjølbroytt og fevnir bæði rútmiskan-, fólka- og klassiskan jólatónleik.
Við sær hevur Tóra nakrir av føroya fremstu tónleika úrmælingum; Jón Festirstein á viola, Elsa Maria Dam Kongslíð á floytu og Jóhannes Andreasen á klaver.
Henda triðja sunnudag í advent fara vælkendir, eins og forkunnigir, tónar at fylla siloina og teg við friði og jólastemningi, verður sagt um sýningina á salt.fo.
Tóra Vestergaard – sangur
Jón Festirstein – viola
Elsa Maria Dam Kongslíð – floyta
Jóhannes Andreasen – klaver











