Jólamaður næstan deyður í sjóverki

Síðan jólamaðurin legðist uppi, hevur hann hildið til nærindis Gróthúsvatni í Sandoynni.

Tá jólaskipið kemur á Sand seinnapartin leygardagin hin 30. november, verður hesin jólamaðurin ikki við.

 

Tey fyrstu árini var hann við skipinum, men tað riggaði ikki so væl, tí jólamaðurin var so ringur av sjóverki. Jólaskipið var Vesturberg. Hetta riggaði væl, og bæði børn og vaksin tóku væl undir við tiltakinum. 

 

Síðan hesin jólamaðurin legðist uppi, hevur hann hildið til Handan Rygg - ella Handan fyri Rygg - sum er nærindis Gróthúsvatni ávegis av Sandi til Søltuvíkar.

 

Á trøðni er ein lítil smátta við lítlari hugnaligari lon, og her er eisini uppíbygt seyðahús.

 

Nú jólini stunda til, hevur Vikublaðið, sum kemur í hvørt hús seinnapartin í morgin, vitjað jólamannin við Gróthúsvatn, sum veit nógvar áhugaverdar søgur at siga.

 

- Tað er ikki frítt, at barnagarðsbørn á Sandi í fleiri enn einum føri hava bjargað bæði jólamanni og børnum jólini, sigur jólamaðurin við Gróthúsvatn á Sandi.