Aftur í ár verður Báta- og Listasavnið í Leirvík karmur um eina jólakonsert við Moniku Stauss Joensen á violin, høgrumegin, og Birgitte Schnakenburg á flygul.
Konsertin verður sunnudagin 15.december klokkan 16.
Eingin steðgur verður, men aftaná konsertina eru øll vælkomin at steðga á til ein drekkamunn og prát og at síggja savnið.
Í 2009 og 2012 góvu Monika og Birgitte fløgurnar “Klassiskar tónleikaperlur 1 og 2” út.
Í januar 2013 vóru Monika og Birgitte á konsertferð í Tucson í Arizona og tær luttóku eisini á árligu summartónum, sum er hildið kring í Føroyum.
Sunnudagin 15. december fara Monika og Birgitte at spæla løg eftir m.a. Corelli, Frank og Rieding.
Við á konsertini hesuferð er Lív Hansen, sum ber orð fyri at vera ein sera dugnaligur næmingur hjá Moniku úr Fuglafirði og tær báar fara at spæla violinduetti nr. 12 eftir Mazas.
Endað verður við nøkrum kendum føroyskum jólasálmum, har øll eru vælkomin at syngja við.