Jólakalendarin hjá Deyvafelagnum

.

Í hesum døgum verða jólakalendarnir hjá Deyvafelag Føroya seldir kring oyggjarnar. Eins og í fjør er tað Hermundur Zachariassen, sum hevur teknað henda snøgga jólakalendara. Hann ímyndar Deyvahúsið og umhvørvið har umleið. Kostnaðurin er kr. 40,-

Jólakalendarin er ein lutaseðil við trimum lutakøstum. Drigið verður 1., 8. og 15. desember. Vinningar fyri tilsamans 20.000 kr,-. Allir vinningarnir eru gávukort, sum vinnarnir kunnu keypa fyri.

Deyvafelagið takkar hjartaliga fyri góða stuðulin undanfarin ár, og vónar at undirtøkan í ár verður eins stór.