Í kvøld á midnátt er seinasti møguleiki at søkja um jólahjálp frá "Í menniskjum góður tokki", og nógv bendir á, at umsóknirnar hesaferð kanska verða fleiri enn nakrantíð.
Í tvey kvøld hava tey tikið telefonirnar og hjálpt fólkum at avgreiða umsóknir um telefonina, og har hevur verið nógv trýst á, og øll eru ikki sloppin ígjøgnum.
Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, sigur stóran áhuga vera fyri jólahjálpini frá "Í menniskjum góður tokki." Hilmar Jan Hansen gjørdi samrøðu við hann í tíðindunum á Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.
Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, takkar somuleiðis fyri hvørt oyra, sum verður latið sum stuðul til jólahjálpina, tí bara upp á tann mátan ber til at hjálpa teimum hundraðtals børnunum, ið hava so stóran tørv á eini hjálpandi hond til jóla.










