Jólahjálp frá SMS

100.000 krónur verða settar av til familjur, sum ikki hava ráð at vera partur av stóra jólakeypinum, sum annars setir sín dám á SMS

Jólini verða ofta nevnd handilshøgtíðin, og eingin ivi er um, at handlarnir hava sítt at síggja til, tá jólainnkeypið skal fáast frá hondini.

 

Tað eru tó ikki øll, sum hava eins góð ráð at vera partur av stóru jólakapprenningini. Ein av fyritøkunum, sum hevur sett sær fyri at stuðla hesum húskjum, er SMS, sum nú hevur stovnsett sína egnu jólahjálp. Eitt átak, sum er gjørt í samstarvi við Annlis Bjarkhamar, Birgit Andersen og Guðrið í Bartalsstovu.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum Bogi Andreasen, býlingsstjóri, greiddi frá um jólahjálpina, tá hann tosaði við Rás2 fyrr í dag.