Jólabýur í Vágsbotni

Tórshavnar kommuna er rættiliga farin undir at prýða býin til jóla.

Tórshavnar kommuna er rættiliga farin undir at prýða býin til jóla.

 

Runt um í býnum fáast menn við at hongja upp jólaprýði og at fríðka um býin.

 

Á Vaglinum millum Eik og Løgtingið er komin ein jólabýur, og  nú eru menn í ferð við at seta upp ein jólabý í Vágsbotni.

 

Samstundis er seinasta hond løgd á ísvøllin á Vaglinum, so hugnin breiðir seg í miðbýnum.

 

Smáu hugnaligu húsini verða brúkt sum sølubúðir, har fólk kunnu fáa ein heitan munn umframt okkurt til búkin.

 

Leygardagin verður so jólatræið á Tinghúsvøllinum tendrað og aftan á letur so ísvøllurin upp.