Jóla og útgávukonsert á Hotel Føroyum

(Ljóðsamrøða) Hoyr Kristinu og Alex Bærendsen greiða frá

Í morgin klokkan 16 verður ein jóla- og útgávukonsert á Hotel Føroyum.

 

Talan verður um eina konsert við Alex Bærendsen, Halli Joensen og Kristinu Bærendsen.

 

Tónleikarar verða : Beddi Hansen, Finnur Hansen, Høgni Klakkstein, Eyðun Johannesen og Jákup Zachariasen.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Kristinu og Alex Bærendsen greiða frá hesi serligu jóla- og útgávukonsertini, har Kristina leggur fram fløgu, har hon syngur á enskum. Alex fer at syngja nakrar av sínum kendu jólasangum frá mest seldu jólafløgu í Føroyum "Jólagleðin".