Myndir og týðing:
Dagfinn Olsen
Sámiski fólkatónleikurin er vokalur og nevnist joik - á sámiskum juoigat, at joika. (At sámiski fólkatónleikaarvurin er vokalur, sangur, minnir kanska okkum føroyingar á okkara arv, kvæð-ini). Onnur orð fyri joik eru luohti og voulle. Tekstin í joiki kallast dajahus. Lagið og rútman verður stuðlað av tekstini, ið verður framborin á kenslubornan ella dramatiskan hátt.
Sum annar fólkatónleikur, hevur joikurin sítt upphav í spontana tónleikaliga framberingartørvi sáma. Ígjøgnum øldir er joikurin førdur víðari frá munni til muns, uttan niðurskriving. Soleiðis hevur joikurin støðugt verið merktur av improvisatoriskum broytingum, so at vit í dag finna ymsar ?dialektir? í teim ymsu sámisku búplássunum. Hjá honum, ið er vanur við joik, er lætt at hoyra, hvaðani joikurin stavar. Munurin er ofta at finna í rútmuni, men eisini í lagfrábrigdum.
?Joikdialekt-økini? samsvara ofta við málsligu dialektøkini. Men eisini er munur á joiki í sámabygdum sum Kautokeino og Karasjok. Í Kautkeinomentanini eru ofta stór lop í lagnum. Lagið gerst djarvari, fríari. Rútman broytist og skiftir frá takt til takt. Karasjokmentanin og mentanin í eystara parti av Finnmørkini hevur róligari lag, meira javnt gongur á. Sama er við takt og rútmu. Eisini er munur í nýtslu av røddini í joiki. Sámar aðrastaðir frá siga um fólk í Kautokeina, at tey rópa í joikinum og nýta eina sterka, hvassa rødd. Í Kautokeino verður sagt um frændurnar longur eystri, at teir duga ikki at joika, teir syngja.
Persónjoikar
?Joikurin er list til minnis um onnur fólk?, skrivar Johan Turi í bók síni Muitalus sámiid birra (Søgur um sámar) í 1910, ?nøkur minnast við hatri, onnur við kærleika. Og nøkur minnast í sorg. Og sámar nýta joikin um okkurt landslag og okkurt livandi, - um úlvin, bjørnina og villu reinsdjórini?. Hann helt áfram at skriva um joik, sum ?samrøðusnildi millum fólk, ið kenna hvønn annan, um fólk, dýr ella støð, sum vit, sum joika, øll kenna?.
Persónjoikar eru teir týdningarmestu í dag. Hjá viðkomandi, sum ?bleiv joikaður?, gjørdist hetta eitt samleikamerki, eitt tekin um, at hann hoyrdi til millum hini.
Tað tónlistarliga
Lagið hevði meira at siga, enn teksturin í improvisatiónini hjá joikaranum, við tónlistarligum ábendingum og og tvímerkingum fyri at lýsa persónin og skapa hugasamband.
Lagið er einfalt við kvart- og kvintlopum í einum fimmtónaskala.
Rútman hevur altíð týdning. Hon kann vera spennandi við at føstu hvílutónarnir eru ymiskir til longdar, so at onnur hvør takt skiftur frá 5/8 og 7/8, ella við at lagsamansetingin við 2/4 er pressað saman til 2/8, so lagið hastar meira avstað.
Tvær uppgávur
Joikurin hevði tvær uppgávur. Tað var fólkatónleikur sáma ?...at minnast onnur fólk?, lýsa fólk dýr og landsløg. Men joikurin var eisini partur av tí sonevndu fyri krist religiónini (førkristne). Joikurin hevði samspæl við rútmiskum undirspæli. Trumma var instrumentali parturin av sámiska fólkatónleikinum.
Tað er henda dupult uppgáva, sum kann vekja kenslur. Mong eldri og serliga persónliga kristnir sámar meta joik sum synd og ikki sameinandi við eitt kristi lív. Hetta knýtir seg óivað at tí, at joikur hevur verið tengdur at gomlu religiónini










