Johnson: Øll konservativ valevni stuðla brexitavtalu

Øll tey 635 konservativu valevnini til bretska tjóðartingsvalið hava givið brexitlyfti, sigur forsætisráðharrin.

Øll tey konservativu valevnini til komandi tjóðartingsvalið í Bretlandi hava lovað at stuða teirri brexitavtalu, sum Boris Johnson, forsætisráharri, hevur samráðst seg fram til við ES.

Tað sigur Boris Johnson í samrøðu við blaðið The Telegraph.

– Øll 635 konservativ valevni sum stilla upp til valið, hvør einasti teirra, hevur lovað mær, at verða tey vald, so fara tey at atkvøða fyri mínari brexitavtalu í tjóðartinginum. Harvið kunnu vit enda óvissuna og endaliga fara úr ES, sigur Boris Johnson.

– Eg bjóði fram eina pakt við fólkið: Um tú atkvøður konservartiv, so kanst tú vera 100 prosent vísur í, at ein konservativ meirilutastjórn fer at fáa brexit gjøgnumført.

Tjóðartingsvalið verður 12. desember varð skrivað út fyri at enda trý ára ósemju í Undirhúsium um treytirnar fyri skilnaðarataluni við ES.

Ein tepur meirlut av bretsku veljarunum atkvøddu í juni 2016 fyri at fara úr ES, men tað er enn ikki eydnast lógarsmiðunum í Undirhúsinum at finna semju um, hvussu tað skal fremjast.

Boris Johnson vónar at fáa meiriluta á valinum, so hann kann fáa ta brexitavtalu, hon í oktober gjørdi við ES, góðkenda.

Upprualiga skuldi skilnaðurin verið framdur í mars, men ES hevur tríggjar ferðir góðkent at útsett skilnaðin. Seinast í oktober, tá freistin varð longd til 31. januar 2020.

Bretland kann tó fara úr fyri ta tíð, um stuðul er í Undirhúsinum.

Sambært seinastu meiningakanningunum stendur flokkurin hjá Johnson sterkur við greiðum sigri á andstøðuflokkinum Labour.

Ein kanning hjá Yougov vísir stuðul frá 45 prosentum av veljarunum til tey konservativu. Tað er tað hægsta síðani 2017.

Arbeiðaraflokkurin stendur til at váa 28 prosent, meðan Liberaldemokratarnir, sum ynskja framhaldandi limaskap íES, fáa 15 prosent.

Ein kanning frá SavantaComRes vísir eisini størsta stuðul til tey konservativu síðani 2017 við 41 prosenntum, meðan 33 stuðla Labour.

 

/ritzau/Reuters