Johnson: Hesaferð klára vit at fremja brexit

Labour-leiðarin Jeremy Corbyn kallar tað »nonsens«, at Boris Johnson klárar at fáa avtaluna við ES upp á pláss fyri nýggjar.

Bretar fara úr ES 31. januar og »fremja brexit«. Tað gjørdi Boris Johnson, forsætisráðharri greitt longu í fyrstu sekundunum av dagins sjónvarpsdysti ímóti Labour-leiðaranum, Jeremy Corbyn.

Einasta orsøk til, at bretar skulu á val 12. desember, er »naggatódnin í tjóðartinginum«, sum hevur gjørt tað ógjørligt at samtykkja brexitavtaluna, segði Boris Johansen sambært BBC.

Forsætisráðharrin brúkti fleiri ferðir vendingina, at hann »vil fremja brexit« og langaði út eftir Labour, sum enn ikki hevur viljað boða greitt frá, um flokkurin vil vera verandi í ES ella fara úr.

Labour-leiðarin svaraði aftur við, at hansara brexitpolitikkur er »ógvuliga greiður«.

Labour vil hava nýggjar samráðingar um brexitavtaluna og senda hana til fólkaatkvøðu. Flokkurin hevur sett av tríggjar mánaðir til at samráðast um eina avtalu og seks mánaðir til at senda hana til fólkaatkøvðu.

– Eg vil hava fólkið saman, og tí skulu vit hava eina fólkaatkvøðu, sigur Corbyn.

Fyrsta helmingin av tímalanga kjakinum millum teir báðar bretsku topppolitikararnar snúðu seg um brexit.

Upp á spurningin um, hvør veljararnir kunnu roknav ið, at tíðarætlanin fer at halda, so bretar »ikki skulu tosa um hetta til ævigar tíðir,« svaraði Johanson, at Bretland »heilt sikkurt fer úr ES 31. januar«.

Tann avtala, hann hevur samráðst upp á pláss við hini ES-londini, »gevur alt vit hava lovað«.

Harafturímóti lýsir Corbyn tað sum »tað reina nonsens«, at ein handilsavtala við ES kann koma upp á pláss innan nýggjar, sigur hann.

Tað er nógv upp á spæl bæði fyri konservatia Johnson og vinstavongleiðaran, Corbyn.

Johansen hevur nakað, hann skal prógva fyri veljarunum, eftir at hann ikki kundi halda lyftið um, at Bretland skuldi fara úr ES 31. oktober.

Roknað verður við, Labour fer at leggja fram sína floksskrá hósdagin, har tað millum annað verður sagt, at staturin skal spæla størri leiklut í bretska búskapinum.

Tað hevur fingið Tey Konservativa til at ákæra Labour fyri at royna at prakka miseydnaðar sosialistiskar hugsjónir upp á veljararnar.

Seinasta veljarakannigin, sum er almannakunngjørd í ag, vísir 42 prosent stuðul til Tey Konservativu og 30 porsent til Labour.

Liberaldemokratarnir, sum eru svornir ES-stuðlar, standa til at fáa 15 prosent av atkvøðunum, vísir kannigin, sum YouGov hevur gjørt fyri The Times og Sky News.

 

/ritzau/