Johnson eigur størsta sigurin

Ongantíð hevur sigurin á forsetavalinum verið so stórur, sum hann var, tá ið Lyndon B. Johnson í 1964 vann á Barry Goldwaters Allar kanningar vísa, at Barack Obama í kvøld fer at vinna trivaligan sigur og harvið verður næsta amerikanski forsetin.

Men hóast sigurin tykist fara at verða rættuliga trivaligur, so verður á ongan hátt talan um metsigur.

Størsta sigurin nakrantíð í amerikanska forsetavalinum vann Lyndon B. Johnson í 1964.

Johnson var varaforseti hjá John F. Kennedy, sum varð valdur til forseta í 1960 og tók við embætinum 20. januar 1961. Tá ið Kennedy varð skotin 22. november í 1963, varð Johnson innsettur sum forseti.

Á valinum í 1964 bjóðaði republikanarin Barry Goldwater av, men Johnson smurdi hann av. Johnson fekk 61,1 prosent av atkvøðunum.

Tað kom rættuliga óvart á, tá ið Lyndon B. Johnson á vári i 1968 boðaði frá, at hann ikki bjóðaði seg fram sum valevni á valinum í november 1968.

Í kvøld verður roknað við, at Obama fer at fáa umleið 54 prosent.