Síðan tá hevur filmsliðið arbeitt rundan um stjørnuna, og filma teir partarnir har hann ikki luttekur, men nú byrjar hesar senurnar at ganga undan. Men Depp sigur, at hann víkur ikki frá liðini á dóttur síni, fyrr enn hon er vorðin frísk aftur. Hetta hevur fingið filmstjóran at boða starvsfólkinum í Pinewood Studios, at tey verða koyrd í vikuskiftinum, um Depp ikki er komin afturíaftur. Ætlanin er tó, at seta øll í starv aftur, tá Lily-Rose er vorðin frísk, skrivar The Sun.