1. mai byrjaði Johnni Poulsen sum nýggjur fíggjarleiðari hjá P/F Føroya Shell.
Johnni er 36 ára gamal og miðvingur. Hann er útbúgvin Cand. merc. á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Seinastu fýra árini hevur hann verið fíggjarleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins. Áðrenn hetta arbeiddi hann í seks ár hjá tele- og samskiftisfelagnum Telia í Danmark sum m.a. ráðgevi og prosjektleiðari innan búskap og strategiska menning.
Johnni avloysir Christian Nagata, ið er farin í starv sum stjóri á Com-Data og Reproz.










