John Rasmussen á Strondum 70 ár

Mánadagin 4. apríl verður John Rasmussen á Strondum 70 ár

John er sonur Davinu, ættað niðri við Rætt á Toftum og Andrias Fredrik Rasmussen (Dia) úti á Ytru Trøð á Strondum. Dia var skipari og sigldi m.a. við Gunnhild undir krígnum. Eisini var hann bátasmiður, og hevði hann bátastøðina á Strondum í nógv ár.

John er elstur av 5 systkjum. Hann og yngsti beiggin Jeffrei eru teir einastu av systkjunum, sum enn búgva á Strondum. Kamma og Sámal eru búðsitandi í Íslandi, og Símun býr í Danmark.

Pápi møtti mammu, ið er dóttir Fridu og Anton Bernhard (Benni) Hansen Norðagøtu, í Tórshavn, meðan hann lærdi. Tey blivu vígd í Sjóvar kirkju tann 30. mai 1955, og búðsettust á Strondum. So tann 30. mai í ár verður gullbrúdleyp, har tey bæði Margit og John ætla at hátíðarhalda dagin, tann 28. mai í bygdarhúsinum á Strondum. Tey fingu 4 børn, Anton, Andras, Jónfríð og Marjun, sum vuksu upp í einum tryggum og góðum heimi. Í 1988 vórðu tey úti fyri stórari sorg, tá ið elsti beiggi okkara Anton, so brádliga var tikin frá okkum.

14 ára gamal fór pápi okkara í læru sum elektrikkari hjá Asbjørn Skarðhamar í Tórshavn, og her varð hann útlærdur í 1954. Eftir hetta arbeiddi hann í Heiðunum sum sveinur í 2 ár við húsaisolatión. Í februar1957 tók hann prógv sum installatørur á Sønderborg Installatørskúla. Heimafturkomin arbeiddi hann aftur í Heiðunum, til hann fór til skips. Skip, ið hann hevur siglt við kunnu nevnast, "Tinganes", "Lambanes", og í Íslandi við "Myggur" úr Vestmannaoyggjunum. Áðrenn byrjað var sum sjálvstøðugur vinnurekandi, var hann eitt tíðarskeið á Skála Skipasmiðju.

Í oktober 1965 byrjaði hann at arbeiða sjálvstøðugt, og hevur hann ígjøgnum tíðina havt fleiri lærlingar. Tá hann hevði mest arbeiði, vóru 18 mans í arbeiði. So tann 1. oktober í ár kann hann hátíðarhalda 40 áradagin við egnum virki.

Góði pápi. Vit vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum. Takk fyri alt tú hevur verið og er fyri okkum. Vónandi fáa vit nógv góð ár afturat saman.


Heilsan

Andras, Jónfríð og Marjun við familju