IM John Rødgaard er føroyameistari í talvi 2007. Tað varð greitt, eftir at hann í umdysti ímóti Martini Poulsen í tveimum talvum hevði vunnið 1,5 stig.
John var undan síðsta umfarinum einsamallur á odda, men tá ið 9. umfar var liðugt, høvdu bæði John Rødgaard og Martin Poulsen 7,0 stig. Í síðsta umfarinum endaði tað remis millum John Rødgaard og Ólav Simonsen, sum hevði svarta fólkið, meðan Martin Poulsen við hvíta fólkinum vann á Torkili Nielsen.
Í umdystinum endaði fyrra talvið, tá ið John hevði hvíta fólkið, remis, og John vann við svarta fólkinum seinna talvið. Tíðin í umdystinum var 25 minuttir til hvønn og harafturat 10 sekund fyri hvønn leikin.
FM kappingin var í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík, og endastøðan eftir 9. umfør varð henda: FM IM John Rødgaard, VT, og Martin Poulsen, HT, 7,0 stig, Olaf Berg, ST, 5,0 stig, Rani Nolsøe, KTF, Torkil Nielsen, ST, og Finnbjørn Vang, KTF, 4,5 stig, Sjúrður Thorsteinsson, VT, 4,0, Terji Petersen, KTF, Ólavur Simonsen, KTF, 3,5 stig, og Andreas Andreasen, TT, 1,5 stig.