Bæði John Petersen og Christian Lundberg skoraðu, tá ið Skive við 5-0 sigri á Viborg kom nærri uppflytingini til donsku 2. deild. Hjálparvenjarin á landsliðnum skoraði eitt av málunum, og tað sama gjørdi nýggi álopsspælarin hjá KÍ. Skive skal spæla útsettan dyst hósdagin, og ætlanin er, at Christian Lundberg eftir hendan dystin fer til Klaksvíkar at royna seg í álopinum hjá KÍ restina av hesum kappingarárinum.










