John er sonur Christian Johannes Lassen, vanliga kallaður amerikanarin.
Mamman var Malena Jacobsen, ættað av Viðareiði. Tey vóru bæði merkisfólk.
Tá ið John var 14 ára gamal, skuldi hann eftir vanligum siði verið farin til sjós. Men júst hesa tíðina var tað var ringt at sleppa burtur.
Tað var um hesa tíðina, at fransaskonnartirnar byrjaðu at koma. Hesar kravdu eitt serligt kynstur at rigga til. Men her var pápin sera kendur á hesum øki frá síni tíð í uttanlandsigling við seglskipum, so hann tók uppá seg at rigga skonnartirnar til. Hetta hjálpti John pápanum við. Tí kom John tíðliga at vita nógv um skip.
Til Grønlands við Ekliptiku
Men loksins fór John til skips í 1934, 16 ára gamal. Hann fór til Grønlands við Ekliptiku hjá Jákup Heinesen. Her var John við í fleiri ár.
Í 1935 fóru teir til Eysturgrønlands. Hetta var ein serligur rannsóknartúrur, sum er umrøddur í bókini um Ekliptiku.
Løgtingið samtykti í 1935 at stuðla eini kanningarferð við kr. 15.000, og var hetta nógvur peningur tá.
Ekliptika var væl egnað til endamálið. Hon var uppá seg nýggj, bygd í 1922 í Noregi serstakliga ætlað til íshavsferðir. Hon hevði motor og hon hevði radiosendara. Skipið hevur verið sera framkomið eftir tátíðini.
Tað gekk illa. Tað var bert onkran dag, at teir fingu nakað av fiski, men tá forðaði ísurin. Fleiri dagar fingu teir bert einstakar fiskar.
So fóru meslingar at ganga umborð, og hetta var ikki gamansleikur. Meslingar kundu vera ein deyðilig sjúka hjá vaksnum fólki. Teir fóru tískil inn í Íslandi til sjúkan var avhæsað, og so fóru teir avstað aftur. Men framvegis bar lítið til, og samlaða veiðan fyri túrin gjørdist bert 21 skippund.
Í 1936 var nakað av fiski, men í 1937 gekk illa í Grønlandi. Tað var nógv sjúka umborð. Smittuberari, sum hevði tuberklar, var við, og hetta merkti, at allir fingu smittuna. Tað var tá, at byrjað varð við tvungnu tuberklakanningini av sjómonnum. Í 1937 vóru teir eisini á Suðurlandinum. Hendan túrin forvann John 118 kr!
Annars letur John at, at Jákup Heinesen var góður at vera saman við. Allir høvdu teir respekt fyri honum.
Kvett á sildaveiðu
Í 1939 fór John við aftur Ekliptiku. Á várið var skipið leigað at fara við gørnum undir Íslandi. Um summarið fóru teir á sild við nót.
Tá hevði John fortjent so nógv, at hann fór at læra til skipara í Havn veturin 1939/40.
Í 1940 fór John aftur við Ekliptiku. Tað var nógvur fiskur, prísurin var farin upp aftur. Teir fóru so á sild um summarið. Teir landaðu á Hjaltoyri til mjøl- og kanska serliga lýsiframleiðslu. Skipið tók eini 1200 mál, sum hvørt var 120 kg. tá var alt fult uppundir lúnningina. Teir fortjentu heilt væl.
John minnist einaferð teir lógu á Kappagrunninum. Teir komu framá eina stóra sildatorvu. Havgásin kom at biðja sild til agn. Skiparin bað teir á Havgásini steðga, meðan teir kastaðu. Nógv var í, so tað var so tungt at draga. So komu teir av Havgásini umborð at hjálpa. Men væl gekk og Havgásin fekk so mikið av agni, sum teir vildu hava.
Inntøkan av einum slíkum kasti var 1.200 kr. Hetta var eitt rættiligt kvett.
Økslin bjargaði kanska lívinum
Í 1941 var seinni heimsbardagin farin rættiliga at merkjast. Skip vóru farin at sigla niður við fiski. Hetta gav nógvan pening, men var sera vandamikið. Ekliptika drálaði við at fara í hesa sigling. Men so fóru teir so kortini. Skiparin hevði ætlað, at John skuldi við. Men hjá honum var økslin farin úr lið, og hetta vildi so undir øllum umstøðum forðað Jon í at fara við. Tað vildi so illa til, at fyrsta ísfiskatúrin hvørva teir á veg heim úr Aberdeen, har teir høvdu landað, og einki frættist aftur frá hvørki skip ella manning.
Fór við trolara
Men so slapp John við (fyrsta) Skálabergi. John var við í 11 mánaðir út í eitt. Teir veiddu undir Íslandi og fóru niður at landa. Teir merktu lítið til kríggið. Tað var bert eitt álop. Tað var eina ferð teir vóru niðri og landaðu, tá kemur ein flúgvari og kastaði tríggjar bumbur. Tá kom ein rúgva av enskum jagaraflogførum og sloppið var. Men John var við til at skjóta 12 minur, og ta trettandu sigldu teir uttan at nakað tó hendi.
Tað var sjálvsagt heilt serligt at sigla undir krígnum. Teir máttu ikki lata seg úr, heldur ikki tá tørnað varð inn. Teir fortjentu nógv. Men sum frá leið hugsaðu teir ikki um, hvussu hættisligt tað var.
John var eisini heima undir krígnum. Pápin var havnafúti, og hann var við at gerast gamal. Ofta var eisini buldrasligt, so John avloysti pápan við hvørt.
Seinni fer Fugloy á trolveiðu í 1943. Tað var ikki so nógv trolfólk at fáa, og John var biðin við. Skipari var Jógvan Jacobsen, sonur Jóan Jacob á Viðareiði. Hann var við har 1944-1946.
Av Fugloynni fór John umborð á Elsu. Skipari var Hans Jacobsen av Toftum. Teir riggaðu Elsa um til línu at veiða í Grønlandi. Men hetta bar eisini til, og teir fingu nógvan fisk.
Síðan fór John umborð í Krossstein hjá Haraldsen í Fuglafirði, og var eisini har 11 mánaðir umborð út í eitt. Lassi Johansen á Strondum var skipari. Seinni varð John 2.stýrimaður við Krossteini, sum var ein av teimum nógvu koltrolarunum, sum vórðu keyptir til landið aftaná kríggið.
Ansaði eftir soninum
Í 1964 keypti sonurin Jóannes, sum bert var 19 ára gamal, ein gamlan motorbát, sum æt Knúkur. Jóannes hevði júst lært til skipasmið, so hann gjørdi bátin í stand og fór at rógva út. John fór at rógva út við Jóannes. Tað gekk so mikið væl, at menn stuðlaðu honum at fara at læra til skipara, og tað gjørdi hann.
Tá Jóannes hevði lært, varð hann biðin um at føra Jákup B. Jóannes var bert 24 ára gamal, so John fór við, líka sum fyri at ”passað upppá” sonin. Tað gekk ikki so væl at fáa fólk at byrja við. Men tað gekk væl hjá Jóannesi at fiska, serliga tá hann royndi við Jøklagrunnin undir Ísland. So hann hevði sum frá leið altíð nokk av fólki. John var við har í nokkso nógv ár. Hann var 71 ár, tá hann gjørdi seinasta túrin. So sigast kann at John hevur tænt sína ”vernaplikt” á sjónum.
Giftist við Onnu úr Norðragøtu
John giftist við Onnu, sum er úr Norðragøtu, dóttir Anniku og Jóannes á Fløtti.
Anna hevði lært at seyma hjá Mariannu systur síni. Men Marianna doyði heilt ung. Anna kom sostatt til Klaksvíkar at seyma hjá Doreus Hvidbro, sum var granni hjá teimum hjá John. Seymingin her var ”fínari skræddarí”. Millum annað vóru seymaðir klædningar. Tað var seymað fyri fólk, og ikki minst fyri tað ”fínara slagið” í Klaksvík. Tað rann saman millum Onnu og John. Men seymingina tók Anna við sær í hjúnarlagið. Hon hevur, sum rímiligt er, seymað uppá børnini, og hon hevur eisini seymað fyri fólk.
Anna og John eiga fýra børn. Tey eru Jóannes, Osmund, Magna og Svanhild. Tey eiga 11 barnabørn og fitt av langabba- og ommubørnum. Ein abbasonur, sonur Magnu, er Auðunn Konradsson, sum er formaður í Meginfelag Útróðrarmanna.
Vísdómsorð
Tá ið John fylti 85 ár, skrivaði hann niður nøkur orð til sínar eftirkomarar. Hetta eru vísdómsorð, og sum vit fara at enda hesa frásøgn við. John sigur ma.:
”Í “Søgur og skemt av Sandi” lesa vit um ein prest, sum vígdi eitt par. Drongurin varð eyknevndur ”sperran”. Hann skuldi siga: ”Ægteskabet er som en spærre, det er to dele som støtter hinanden”. Eg fekk ein góðan sperrulut at stiðja meg við. Við hesum góða luti at stiðja meg við, kom eg um mjóðan og út á slætt.
Nú eru vit gomul. Vit hava havt nøkur góð ellisár. Vit liva væl og hava nógv at frøðast um. Eg havi fingið mínar dreingjadreymar til veruleika. Eg havi nørt um ogn okkara og kann røkja hana sjálvur. Dreymurin um bát og neyst varð eisini verunleiki. Sjálvt um eg bleiv 80 ár, áðrenn eg fekk hann undir tak og brúki hann lítið sjálvur, so kann eg frøðast um, at hann er har, so eftirkomararnir kunnu brúka hann. Nú kann eg takka mínum børnum og abbabørnum, og ikki minst mínum góða sperriluti fyri stuðul og hjálp og siga við skaldinum:
Tøkk havi Gud fyri lívið.
Frá ættum, ið fóru, eg arvaði her ta mold, eg um árini dyrki. Teir ruddaðu upp bøin, teir gróvu upp ker. Tann ogn, sum eg eigi frá fedrum, er tann jørð, sum er mín, var altíð tó tín.
Tú eina kann veita mær styrki.”
Hevur skrivað søgu
John skrivaði í FF-blaðnum í 2002 áhugaverda frásøgn um, tá ið Løwenørn og Bella fórust undir Íslandi í 1882, og abbi hansara ikki kom aftur í aftur. Tann greinin vísti, at tað er ein rættiligur granskari í John, tí tað var ikki smávegis av arbeiði, sum lá aftanfyri eina slíka grein. Hann var eisini saman við abbasoninum á staðnum uppi Íslandi, har henda vanlukkan hendi.
John veit ein hóp ikki minst um ætt, og hann dugir eisini væl at greiða frá. Tað hann hevur skrivað niður um sína ætt fyllir ikki færri enn 130 handskrivaðar síður.
Tað hevur veruð hugaligt at kenna Onnu og John. Tey eru friðarfólk og fróðarfólk. Ynskt verður tykkum hjartaliga tilukku. Anna fylti nevniliga 96 ár tann 1. desember.
ó.