John Hansen er sonur Tummas og Elsebeth Hansen av Toftum, og hóast tú enn hoyrir røturnar, tá tosað verður, so hava árini í Eysturoynni ikki verið so nógv í tali.
Einamest var tað sjógvurin, sum dróg, og longu 14 ára gamal fór hann fyrsta túrin til skips. Ein gongd, sum eisini kom at eyðkenna nógvu komandi árini hjá honum. Eftir at hava tikið stýrimansskúla, var hann í 1963 á fyrsta holdinum, sum tók skipsføraraprógv her á landi, og fram til aldarskiftið var tað siglingin, sum var lívivegur hansara.
Sum siglandi, so er tó eisini neyðugt við eini tryggari heimstøð. Og við hugnaliga heiminum í Lavagøtu í Eysturbýnum hevur John eisini átt hesa. Á ungdómsárunum í Eysturoynni rann saman millum John og Helenu (f. Olsen), og í 1959 giftust tey bæði. Tey hava trý børn, Heidi, Tummas Eli og Jens Kristian, sum øll búgva í Havnini við til samans 10 ommu- og abbabørnum.
Hóast hann ongan tíð spældi nakað sjálvur, so er ikki frítt, at John av nógvum verður settur í samband við fótbóltsspælið og við B36. Tilvildin vildi tað so, at bara góðan mánað eftir, at John varð borin í heim, varð árstalsfelagið í Havn stovnað, og so ella so hevur felagið eisini sett sín dám á lívið hjá Kaptain-Hansen seinastu góðu fjórðings-øldina. Oftani hevur hann í spølni tikið til, at tað var nú spell, at toftamenn ikki spældu bólt, tá hann var unglingi. Tí við tveimum synum á fótbóltslandsliðnum ivast hann ikki í, at ílegurnar hava verið í lagi. Nakað sum abbabørnini nú eisini eru farin at prógva.
Hevur hann ikki spælt, so hevur hann saman við Helenu so sanniliga givið felagnum sítt íkast í nógvar mátar øll árini. Áhugin hevur alla tíðina verið stórur, og tað munnu vera fáir dystir - bæði heima og úti - sum hann ikki hevur sæð, tá siglingin annars hevur loyvt tí. Eisini hevur hann fleiri ferðir verið í ferðalag við landsliðnum, umframt at hann onkra ferðina eisini hevur fingið siglingina at sampakka við dystarskránna hjá Føroyum, soleiðis at skipið var í onkrari havn nærhendis, júst tá landsdystur var á skránni.
Síðani hann rakk pensiónsaldur, hava stundirnar her heima verið betri. Fram til í fyrraárið vóru tað eisini Hansen-hjúnini, sum við lætta lyndi sínum stóðu fyri hugnanum í kafeteriuni í B36-húsinum - mangan við hjálp frá dóttrini og svigerdøtrunum, eins og Helena man hava vaska hvítu og svørtu búnarnar oftari enn tey flestu. Í fjør lótu tey tó hesa ábyrgd frá sær, men tað merkir ikki, at John tekur tað so sera róliga fyri tað. Er tørvur á tí, so tekur hann fegin eina hond í hjá yngsta soninum, sum sjálvur annar rekur Húsavarðatænastuna. Og við atgongd til bát er tað meira enn so komið fyri, at lívsyrkið aftur verður tikið í nýtslu. Eitt nú seinasta summar, tá hann var ein av teimum, sum førdu bát niður til Oyggjaleikirnar í Hetlandi.
Føðingardagin heldur skiparin á turrum - langt frá havinum. Saman við Helenu og børnunum er hann farin eitt legg til fronsku alpurnar.