Fíggjar-og fyrisitingarstjórin hjá elfelagnum SEV, John P. Danielsen, hevur biðið um at verða loystur úr starvi hin 1. juli í ár. John verður 62 ár í summar. Tað er stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, sum seinnapartin í dag hevur kunnað starvsfólkini um ynskið hjá fíggjar-og fyrisitingarleiðaranum.
- Vit gleðast um, at John heldur fram í starvinum til 1. juli, og at hann í eini skiftistíð hevur boðið sær til at vera tøkur at ráðgeva, skrivar Hákun Djurhuus í kunningarskrivinum.
John P. Danielsen kom í starv á SEV hin 1. januar 1986 og hevði sostatt 25 ára starvsdag á nýggjárinum.
Hann hevur prógv sum cand. polit. frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og eftir at hava starvast eina tíð sum búskaparfrøðingur í Danmark, kom hann á heysti 1979 heim aftur til eitt starv sum fulltrúi á landsskrivstovuni í Tinganesi.
Sum fulltrúi umsat John eitt nú starvsfólkamál og kommunumál. Hann starvaðist har til 1. januar 1986, tá hann tók við sum skrivstovustjóri í SEV.
Í 2005 varð leiðslubygnaðurin í SEV broyttur, og tá gjørdist John deildarstjóri fyri fyrisitingina ella fíggjar-og fyrisitingarstjóri.
John, sum upp gjøgnum árini hevur havt fleiri týðandi álitisstørv, fyllir 62 ár í summar.
Maðurin uttast til høgru á myndini er John P. Danielsen.