John F. Kennedy forseti myrdur í gjárkvøldið

Sosialurin 90 ár: 1963: Konan sat undir lið forsetans, tá trý skot smullu og vóru forsetanum at bana

Sosialurin 90 ár: 1963: Konan sat undir lið forsetans, tá trý skot smullu og vóru forsetanum at bana

 

Mong mundu ógvast, tá tey fingu Sosialin í hondina leygarmorgunin 23. november í 1963. Tí valla vóru tíðindi um morðið á John F. Kennedy borin kring heimin, tá blaðið við fesku tíðindunum kom við postinum hendan morgunin. Sosialurin skrivaði soleiðis leygardagin 23. november í 1963:

 

»Forsetin í USA, John F. Kennedy, doyði í gjárkvøldið, myrdur av einum ókendum, og varaforsetin, Lyndon Johnson, er nú forseti í USA.

 

Saman við Kennedy forseta var kona hansara og guvernørurin í Texas, ið eisini var raktur av rifluskoti ókunnugmanna og er álvarasama særdur.

 

Eftir tí ein, ið sá tilburðin veit at siga frá, fullu trý skot frá einum heyggi nærhendis, har forseti og fylgi komu koyrandi í bilinum gjøgnum eina viadukt.

 

Presidenturin varð raktur í høvdið av einari riflukúlu og guvernørurin í bringuna.

 

Hoknaði undir liðini á konuni

Kennedy hoknaði niður í bilin, tá skotini raktu hann, meðan konan rópti og royndi at halda honum uppi, og tá hon ikki maktaði hetta, datt hann niður í bilin; hann royndi tó at halda sær uppi, meðan bilarnir beinanvegin koyrdu til Parkland hospitalið í Dallas, har báðir í skundi vórðu førdir á skurðstovu.

 

Seinasta sakramentið

Kennedy fekk beinanvegin eina blóðtransfusjón, og tveir katólskir prestar vórðu í skundi boðsendir. Tá prestarnir komu út aftur, søgdu teir, at teir høvdu givið forsetanum tað síðsta sakramentið, og at hann var deyður.

 

Kona varaforsetan, Lyndon Johnson, kom samstundis til hospitalið og fór inn á skurðstovuna, har Kennedy lá. Stutt aftaná kom hon útaftur og segði, at tað ikki var, sum tíðindini vildu vera við, nakað í tí, at varaforsetin Lyndon Johnson eisini varð raktur.

 

Til Texas á vitjunarferð

Kennedy hevði leingi ætlað sær at fara til Texas, tí politikkur hansara um javnrætt millum svørt og hvít hevði ikki vunnið fyri sær har. Tað var við hesum í huga, at hann hevði lagt leiðina hagar, fyri at vinna sær betri stuðul til forsetavalið, sum verður um eitt ár.

 

Kennedy var fyrst í Port Wirth, har hann hevði talað og var nú á veg til Dallas, har hann var myrdur.

 

Hann livdi 25 minuttir aftan á at skotið hevði rakt hann. Í samband við leitingina eftir banamanni Kennedy's verður sagt úr Dallas, at ein limur av tí amerikonsku eftirkanningartænastuni og ein politistur úr Dallas vórðu skotnir nakað frammanundan har umleiðir, forsetin varð myrdur.

 

Annar forseti í USA, ið er myrdur

Tað hevur fyr hent seg, at ein amerikanskur forseti er myrdur. Tað var fyri 98 árum síðani, tá ið Abraham Lincoln varð myrdur av einum suðurstatsfanatikara, meðan hann sat í sjónleikarhúsinum í Washington.

 

Abraham Lincoln var eins og Kennedy fortalari fyri javna millum allar amerikanska borgarar. Hann talaði ímóti trældómi negaranna.

 

Um allan heimin man deyði Kennedy's verða monnnum dátt við. Hann var maðurin, sum álitið varð sett til, og sørt var ikki, at hann maktaði uppgávuna t. d. undir Kubakreppuni, tá stóð millum stórveldini bæði, USA og Sovjett,

 

Kennedy var føddur í 1917 – og sostatt bert 46 ára gamal.

 

Tá boðini spurdust steðgaðu útvarpini víða hvar í heiminum sendingar sínar og høvdu eykatíðindi um drápið, samstundis vóru allar aðrar sendingar avlýstar og var ístaðin harma- og sorgarljómur sendur út.

 

Ein mætur maður er fallin.«

 

 

Í hesum mánaðinum eru liðin 100 ár síðani, at John F. Kennedy varð føddur – tann 29. mai 1917. Hann varð myrdur í Dallas í Texas tann 22. november í 1963.

 

24. mai – tað er mikudagin – eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar.