John B ansar bilun­um

Í skjótt trý ár hevur John B. Hansen nú ver­ið í starvi hjá løg­regl­uni sum par­ker­ings­vørð­ur í Klaks­vík­ar Komm­unu, og hóast upp­gávan ikki altíð er so væl um­tókt, dámar hon­um væl starvið.

1. mai 2008 hevði John B. Hansen sín fyrsta arbeiðsdag hjá løg­regl­uni sum par­k­er­i­ngs­vørð­ur í Klaks­vík­ar Komm­unu, og sig­ast má, at hann í dag er ein partur av bý­ar­mynd­ini, serliga í høv­uðs­gøtunum, har hann sæst koma slotandi eft­ir bilum, um teir nú eru rætt park­eraðir.

John B., sum hann al­oftast verður nevnd­ur, hevur sostatt ver­ið næst­an trý ár í starv­i­num, og ikki kann sig­ast annað enn, at park­er­ings­van­ar­nir hjá fólki eru sjón­liga broytt­ir tann rætta vegin.
www.klaksvik.fo