Johanne Schmidt-Nielsen leggur frá sær sum politiskt framsøgufólk fyri Eindarlistan. Tað skrivar Danmark Radio í dag.
Hóast hon nú leggur frá sær sum politiskt framsøgufólk, so heldur hon tó fram sum framsøgufólk í útlendinga- og integrationsmálum.
Tað er ikki óvæntað, at Johanne Schmidt-Nielsen leggur frá sær. Sambært galdandi reglum í Eindarlistanum, so hevur hon nevniliga ikki lov at stilla uppaftur til næsta val.
Enn er ógreitt hvør tekur yvir eftir Johanne Schmidt-Nielsen, men Pernille Skipper hevur leingi verið nevnd sum favorittur at yvirtaka leiðslusessin í flokkinum.
Johanne Schmidt-Nielsen hevur verið ein av mest eyðsýndu persónunum í donskum politikki síðstu árini, og hevur síðstu tvey fólkatingsvalini verið millum toppskorararnar í atkvøðum.
Til valið í 2011 fekk hon 47.002 persónligar atkvøður, og var tað bara Lars Løkke Rasmussen, ið fekk 56.285 persónligar atkvøður, ið hevði størri stuðul.
Til valið í 2015 yvirhálaði hon tó Lars Løkke Rasmussen, men endaði tó bara á einum triðja plássi við 40.425 persónligum atkvøðum, tí Kristian Thulesen Dahl fekk 57.371 persónligar atkvøður, meðan Helle Thorning-Schmidt fekk 42.412 persónligar atkvøður.










