Nú vit skjótt skriva mars mánaði eru tað tey, ið fyrireika eg til vár og summar.
Sluppin Johanna TG 326 varð fyrst í hesi vikuni tikin upp á turt á Vágs Skipasmiðju, har hon fær ein sonevndan "yvirháling".
Hon er vaskað og nú verður botnmálingin fingin av. Síðani verða spíkarar og boltar eftikannaðir, innan farið verður undir at kálfatra.
Á facebook vanganum hjá Johonnu TG 326 sæst eitt sjónband av Johonnu, nú hon stendur á beding.
Myndirnar eru læntar frá hesum sjónbandinum. Páll Guðmundsson Jacobsen var myndamaður.
##med2##