Johanna og Norðlýsið hittast í Stóru Dímun

Tíðindaskriv

Streymviðurskiftini í morgin, leygardagin, eru tey bestu at gera ein túr í Stóru Dímun

Í morgin, leygardagin, kl 10 fer Norðlýsið av Bursatanga, meðan Johanna fer av Vági kl. 12.30. Bæði skipini vænta at verða undir Dímun um 14 tíðina. Norðlýsið og Johanna vænta at verða aftur við kai ávikavist í Vági og í Havn um 20 tíðina á kvøldið.
Fólki verður sett í land á Stóru Dímun við gummibáti. So verður gingið upp á Dímun við staðkendum fólki. Ætlanin er at verða uppi á oynni eini 3 - 4 tímar.
Hetta er fyrsti túrur hjá Johannu í Dímun í nógv ár. Tó so - í 50 og 60 árunum bleiv Johanna mangan brúkt til at føra seyð úr Dímun, siga tey av Kunningarstovuni í Vági.
Gott at hava við
Heit og góð klæði, góðar skógvar ella styvlar, matpakka og ein heitan drekkamunn. Hevur tú kikara við tær, gerst túrurin óiva meiri áhugaverdur. Best er um viðføri verður borið í ryggsekki, eftirsum gangast skal upp á oynna.
Tilmelding og prísur
Eftirsum tað er munur á siglingartíðini hjá Norðlýsinum og Johannu er eisini prísmunur.
Við Johannu kostar túrurin í Stóru Dímun er 250 krónur fyri vaksin, og 100 krónur fyri børn undir 14 ár.
Við Norðlýsinum kostar túrurin 350 krónur fyri vaksin og 175 krónur fyri børn.
Bindandi tilmelding til túrarnar skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00. Skip-arin á Norðlýsinum hevur tlf. 218520.