Johanna Mathea Skaale 100 ár

- Tá Krúnprinsur Frederik og Ingrid hildu forlovilsisgildi í Svøríki, gjørdi eg klæði til Drotning Alexandrinu, mammu hansara, sigur Johanna Mathea smílandi


Johanna Mathea vaks upp á Trøllanesi. 19 ára gomul fór hon til Havnar á háskúla, men har steðgaði hon ikki leingi. Hon fór til Danmarkar at tæna hjá einum bónda í Allerød, og var har í tvey ár.
- Tá eg fór avstað aftur, vildi hann hava eina aðra føroyska gentu í staðin. So tað man hava gingið væl.
Hon var á Trøllanesi í eitt ár, men dámdi so væl í Danmark, at hon flutti niður aftur og búði tvey ár í Keypmannahavn. Hon fekk arbeiði í einum klædnahandli á Strøgnum, har hon seymaði klæði.
- Tá Krúnprinsur Frederik og Ingrid hildu forlovilsisgildi í Svøríki, gjørdi eg klæði til Drotning Alexandrinu, mammu hansara.
Johanna Mathea lýsir upp í einum stórum smíli, tá hon minnist aftur á hesa hending.
Tá Johanna Mathea kom aftur til Føroya, flutti hon til Havnar, har hon møtti Sigfried. Tey giftust í 1937 og fingu seks børn. Jóannes, Maritu, Annfinn, Torgerð, Jógvan Asbjørn og Vigdís. Ommubørnini eru 11 í tali og higartil hevur Johanna Mathea fingið 12 langommubørn.
Síðani hon bleiv gift arbeiddi hon ikki úti, men passaði børn og heim.
Maðurin Sigfried doyði í 1977, eftir tað búði Johanna Mathea einsamøll í húsunum í nøkur ár. Seinni hevur hon búð hjá fleiri av børnunum, mest hjá Maritu. Eftir at hon hevði eina heilabløðing búði hon hjá Anfinni, tí kona hansara var sjúkrasystur, og har kom hon fyri seg aftur.
Johanna Mathea hevur nú búð á Ellisheiminum í Havn í 8 ár.
100 ára dagurin verður hildin á Ellsiheiminum í dag ímillum kl. 16 og 20.