Við hátíðarløtuna bar borgarstjórin í Nes kommunu, fram eina røðu, har hann heilsaði føðingardagsbarninum og segði nøkur orð.
- Tað er mær ein gleði og stórur heiður at bera tygum eina heilsan vegna allar okkara borgarar í kommununi, nú tygum í dag runda tey 100 árini.
Borgarstjórin segði, at hetta er ein stórur og heilt serligur dagur hjá Jóhonnu og øllum, sum standa henni nær.
Hann vísti á, at tað er ikki á hvørjum degi, at ein 100 ára føðingardagur verður hildin.
Og tó.
- Sum vit minnast tað, so var Rakul Hansen (í Túni) fyrsta fólk her á leið, sum gjørdist 100 ár í 1995, síðan Malla Olsen í 2015.
Súni í Hjøllum segði, at seinastu sjey mánaðirnar hava fleiri nátt 100 ára dagin.
- Í fjør høvdu vit tríggjar hundraðára føðingardagar her í økinum, og hesi trý búgva øll á Vesturskin. Lena Joensen fylti 100 í juni, Jákup Mikal Mikkelsen í oktober og Andrea Poulsen í november.
Borgarstjórin segði, at fyri umleið tveimum vikum síðan fóru Elsbet, kommunustjórin, og borgarstjórin á gátt hjá Jóhonnu í Saltnesi.
- Har var stórt gestablídni, og vit fingu eitt sera gott prát og nógv at vita um, hvat Jóhanna hevði upplivað gjøgnum eitt langt lív. Men sjálvandi er hetta bara ein brotpartur av øllum.
Súni í Hjøllum segði við hátíðarløtuna, at tá hann kommunustjórin fóru avstað aftur frá Jóhonnu, segði hon við einum smíli.
- Sig nú bara ikki for nógv.
Og borgarstjórin helt fram:
- Á veg í bilin kom eg at hugsa um alt tað, ið eg hevði hoyrt Jóhonnu siga frá, og tá rann sálmurin hjá Mikkjal á Ryggi fram fyri meg, har hann sigur, at "Eydnan er ei at líta á, ymsar vegir hon dregur..."
Ein størri frásøgn um hátíðardagin hjá Jóhonnu á Svangaskarði kann lesast á www.nes.fo