Jóhanna Fossdalsá Sørensen spældi í dag allan dystin fyri svenska BK Häcken móti Paris Saint Germain í Champions League fjórðingsfinaluni hjá kvinnum. Gestirnir úr Fraklandi vunnu 2-1.
Tað var eisini Paris Saint Germain, sum kom á odda. Tær verða mettar at vera favorittur í hesi uppgerðini. BK Häcken svaraði aftur við brotssparki, sum tó bleiv bjargað í fyrstu atløgu. Rosa Kafaji bæði brendi brotssparkið og sendi returin í málið.
Tá alt kom alt vann Paris Saint Germain 2-1. Jóhanna Sørensen spældi allan dystin á miðjuni og hevði eisini eina skotroynd stutt fyri hálvleik, men skotið fór beint uppum. Venjarin BK Häcken, Mak Lind, vísir eftir dystin á, at BK Häcken hevur fyrr vunnið útidystin í Evropa, hóast tað ikki hevur eydnast á heimavølli.
Hetta er helst tað hægsta stigi, sum ein kvinnuligur føroyskur spælari nakrantíð hevur spælt á. Jóhanna Fossdalsá Sørensen hevur seinni árini spælt við donskum ungdómslandsliðnum og er nú eisini partur av danska kvinnulandsliðnum.