Johann Dávason Clementsen gevst

Jan Lauritsen, sløkkiliðsfólk, verður fyribilssettur tilbúgvingarleiðari í Fuglafjarðar kommunu.

 

Í morgin, hin 31. oktober, fer Johann Dávason Clementsen úr starvi sum tilbúgvingarleiðari í Fuglafjarðar kommunu. Tískil hevur kommunan valt fyribils at umskipa leiðsluviðurskiftini í tilbúgvingini frá 1. november til 31. desember 2020 at rokna.

Tað verður Jan Lauritsen, sløkkiliðsfólk, sum verður fyribilssettur tilbúgvingarleiðari og Agnar Lassaberg, sløkkiliðsfólk, heldur fram sum varaleiðari í tilbúgvingini.

- Í løtuni verður lýst eftir tilbúgvingarleiðara til Fuglafjarðar kommunu til setan 1. januar 2021, har umsóknarfreist í sambandi við starvið er hin 9. november 2020 klokkan 12, vita tey í Fuglafjarðar kommunu at siga.

Viðhefta mynd av Johann Dávason Clementsen varð tikin, tá fráfaringarløta herfyri varð hildin fyri honum á Brandstøðini í Fuglafirði - og í morgin, hin 31. oktober, gevst hann so í starvinum sum tilbúgvingarleiðari.