Hey... Riggar mikrofonin? Hallóv 1-2, 1-2... nei hon riggar ikki... (kunstpausa)
Riggar hon nú? Okey... 3-2-1:
Føroyingar, vinir og frændir. Takk fyri stuðulin, takk fyri uppmøtingina, og takk fyri, at tit enn eru føroyingar, sjálvt um tað leingi ikki hevur sæð út til, at tað er nøkur grund til at vera tað. Sjálvt um tað leingi ikki hevur verið nøkur grund til nakað sum helst annað, enn at vakna, smyrja matpakkar, sita í trafikkproppum, arbeiða uttan grund, dag út og dag inn, bara avbrotið av einari árligari ólavsøku, sum man ikki minnist allíkavæl og so víðari og so víðari og blablabla og mangt er og sovorit. Takk fyri.
Politikkurin í Føroyum hevur so lítið við politikk at gera, at ongin politikkur er. Føroyar hava slett ikki nakran politikk. Og akkurát, sum man snakkar um konufólk á saltfiskatúrum, so snakkar man um politikk í Føroyum... Man snakkar um tað, sum ikki er ... og um veðrið.
Men lat meg snakka um meg sjálvan... Eg vaknaði ein dagin, í einum trafikproppi, við smurdum matpakka í taskuni á veg til eitt arbeiði, sum slett ikki líktiskt tí arbeiðinum, eg droymdi um, tá ið eg var lítil. Tað vísti seg nemliga, at tá eg endiliga var nóg stórur til at bestemma alt sjálvur, valdi eg ting, sum eg slett ikki vildi. Tí líkasum sex bleiv gjørt politiskt ókorrekt, tá ið flakavirkini fingu brúk fyri robott-líknandi arbeiðskraft av fólkum, sum kundu temja sínar driftir og møta til tíðina og stempla musklarnar inn og cheka heilan út, so vóru eisini fult av øðrum tingum, sum eg noktaði mær sjálvum, fyri at blíva ein betri arbeiðshestur fyri Føroyar ´86 og Føroyar ´99 og nú fyri Føroyar 2015. Eslið við gularótini á pinninum rann glaður runt í hamstarahjulinum, skjótari og skjótari inntil BANG! So knekkaði eslið. “Tapara esil”, søgdu summi. “Klárar ikki at renna runt og runt í hamstara hjulinum”, argaðu onnur....
Shit Happens.
Føroyar eru sum ein trøð, har tað ganga 48.000 seyðir. Tað er nógv for nógv. Og hetta er ikki eingang vanligur seyður. Hetta eru fínir, kræsnir, forvandir seyðir, sum ikki finna seg í nøkrum, og slett ikki í hvørjum sum helst. Tí onkur hevur nemliga í áravís stroytt kraftfóður inn á trøðna fyri eina milliard danskar krónur um árið. Tað kallast yvirupphitaður búskapur ... ella yvirupphitaður galskapur.
Eg havi lisið nokkso nógv um yvirupphitaðan galskap. Fólkini blíva sjálvandi ónøgd. Tað eru forkelaðu børn ofta. Eg meini: At fáa bomm til morgunmat, bomm til døgurða OG bomm til náttura kann vera stuttligt eina tíð ...
Ein tann besta bókin um yvirupphitaðan galskap eitur "Prinsessen på ærten..." Ein onnur eitur "Keiserens nye klæder" ... Og alt kostar, og onkur skal betala, so um onkur eigur for nógv, so eigur onkur for lítið. Tí onkustaðni frá er tað komið – altso tað, sum onkur eigur for nógv, eigur.
Tann triðja bókin í røðini um yvirupphitaðan galskap, sum eg havi lisið, eitur "Pigen med svovlstikkerne". Øgiliga rørandi bók. Rørdi meg nógv, eg kendi nógv aftur.
Ein yvirupphitaður galskapur krevur eina kempi stóra oljufýring fyri at hita alt tvætlið upp og fáa gullhjulini at mala. Tá ein vanlig oljufýring er í ólagi, kemur ein oljufýrsmaður og ger hana í ordan aftur. Tann stóra føroyska oljufýringin er í ólagi. Hon fær ikki nokk av olju. Hitin og hugnin eru farin at dala, so at órógv kemur í høsnagarðin. Fólk standa í smáum bólkum og øsa seg inná manglandi politikkin, og royna at halda hitanum í læntum fjarðum, og heilsa uppá fínar løgtingsmenn, tá teir marchera uttanfyri hegnið. Oljufýringin er um at steðga, motorurin koyrir bara við hálvari ferð, skútan siglur við fullari ferð skeivan veg, fjarðarokilsi, men ongin oljufýrsmaður... Tí í Føroyum hava vit demokrati. Vit skulu øll vera við til at geva okkara boð uppá, hvat oljufýringin feilar. Vit vilja ikki hava ein oljufýrsmann, vit vilja hava eina fólkaatkvøðu. Hurra, vit eru demokratiskar hønir.
Men gjøgnumsnittið hevur ikki serliga høgan intelligens. Gjøgnumsnittið hevur gjøgnumsnittsligan intelligens. Meirilutin er miðal klókur, og tey allarflestu eru jú slett ikki von við akkurát hetta her problemið. Tey allarflestu hava onnur ting at hugsa um - matpakkar og sovorit. So skjótt sum onkur gevur eitt gott boð uppá, hvussu oljufýringin skal fixast, setur nábúgvin føtur í spenni, og hann og øll hansara familja stemma ímóti... Pøbelveldið, sum Sokrates sigur, tá meirilutin ræður...
Men ger hann tað? Ræður meirilutin? Ella er hettar bara bláur roykur? Eg meini... Javel javel...
Okey: Gallup gjørdi eina kanning fyri onkran flokk og ringdi runt til fólk og til mín og spurdi, um eg helt at blokkstuðulin skuldi vera, har sum hann er nú, ella um hann skuldi enn longur niður. Eg segði, at eg helt, at hann skuldi uppaftur har, sum hann plagdi at vera.. Eg meini: Man fær sær ikki dupult so nógvan seyð, sum man hevur ráð til og so kappar helvtina av fóðrinum vekk knappliga, ha? Men tann fitta bubblegum-skúlagentan í Gallup telefonini tugdi eina løtu uppá hetta svarið hjá mær um at fáa blokkin upp aftur á tann yvirupphitaða galskapin, sum flestu føroyingar trívast við, blásti eina stóra bubblegum bløðru, sum brast, akkurát sum dreymurin hjá mær, tí hon segði, at tað kundi mann ikki velja. Eg skuldi velja, um blokkurin skuldi vera har, sum hann er nú, ella um hann skuldi enn longur niður. Javel, javel, segði eg illur - so vil eg hava hann at vera har, sum hann er nú! Dagin eftir var ein stór yvirskrift í bløðunum: “Føroyingar sera væl nøgdir við at blokkurin er farin niður har, sum hann er nú”!
Tað segði meirilutin. Tann útvaldi meirilutin. Sokrates sá slett ikki, at tað ber væl til hjá einum smartum politikara, at lata býtta fólkið hava fólkaatkvøður um óvigtig ting, har politikarin altíð vinnir, um so fólkini stemma ja ella nei. Tað verður, sum í sanginum Brókatáttur: Allir engdu teir fyri kalva, uttan Jóannes Eidesgaard, hann engdi fyri seg sjálvan.
Men transistarin er frá í høsnagarðinum og vit hoyra tónleik: Tobbi og Bill og Manchestersangurin. So man kann ikki siga, at Føroyingar mangla nakað. Tann dresseraði føroyingurin hevur tað, sum hann skal brúka. Men okkurt er grundleggjandi galið allíkavæl, tá man fær meira pengar fyri at passa uppá pengar, enn at passa uppá børn.
Eg sigi tað umaftur!
Tá ið man fær meiri pengar fyri at passa uppá pengar, enn at passa uppá børn - tá er okkurt grundleggjandi galið! Tá er kósin skeiv, og úrslitið verður har eftir. Og eg trúgvi ikki, at ein bátur hevði komi til rætt land við skeivari kós, sjálvt um man hevði málað hann ein annan politiskan lit.
“Jamen vit kunnu geva honum eina millión”, sigur onkur klókur politikkari.
“Ja, hehe, ella 5 milliónir”, sigur onkur bankastjóri.
Meeen, báturin kemur neyvan á mál fyri tað.
Vit eru 48.000 fólk, sum 4. hvørt ár velja, hvørji av bara 120 uppstillaðum fólkum skulu verða tær 32 fólkavaldu Føroysku fólkahetjurnar, sum skullu sparka okkum í reyvina og taka helvtina av pengunum hjá okkum og so byggja tunnlar fyri tað, sum leypur av, tá tey øll hava fingið sær nýggjan bil.
Ein politikari eigur at vera ein fólksins tænari. Ein visioner, ein idealist, sum brennur fyri nøkrum betri fyri øll.
Tað er feitt at verða politikari. Fólkavaldur føroyingur. Fólksins maður, við feitari løn. Tí vilja nógv vera tað. Men sum Aristoteles sigur: Tað verða sjáldan hesi her (peikaði á høvdið) men oftast hesi her (peikaði á albogarnar) sum sleppa upp á toppin at gera hettar her (peikaði á høvdið) arbeiði. Og tí eru tað kanska ikki tey allarklókastu fólkini, sum leiða hendan skaran.
Fyri at blíva valdur, skal man hava eitt gott slogan, sum meirilutin hoppar uppá. Sum til dømis Al Gore. Øll funnu uppá slogans, og hann fann uppá ... øhhh veðurlagsbroytingar!, akkurát somu viku sum ein sending kom í sjónvarpi um veðurlagsbroytingar, og HOPLA, so var hann tryggjaður at vera fólksins maður. Nábúgvin hjá honum fann uppá at redda Free Villi 2, men tann filmurin floppaði, sooo hann verður neyvan at síggja í Norðurlandahúsinum...
Komandi politikarar, sovorðin uppstillaði fólk, velja also onkra feita søgu, sum hevur rót í antin fortíð, framtíð, ella nútíðini. Teir sum brúka fortíðina snakka um Føroyar Kristnaðar, Sigmundur, Tróndur, mentan, Føroyar serstøk tjóð osfr... Øgiliga tjóðskaparsinnaðir og alvorligir menn, stramt myrkt slips, stórar eygnabrýr... Teir sum brúka framtíðina snakka um Føroyar 2015, Føroyar komandi KT vinnuland, Føroyar know how útflytarar osfr ... Trendy fýrar, ganga casual ílætnir, leysan silkislipsknút, pop smartir, sporty... Teir sum brúka nútíðina - uha, hvat snakka teir um ... undirsjóvartunlar, ferðaútreiðslur, barnsburðarfarloyvi, ráfiskastudning til húkaveiðu undir Føroyum og sovorit. Onki slips. Buldribassar. Ganga í troyggu.
Men kann tað ikki gera tað sama, um man slett ikki ætlar sær at loysa nakað problem allíkavæl, men bara vil veljast fyri at vera valdur?
Tað minnir meg um ein kammerat hjá mær, sum fór til psykolog, tí hann hevði eitt keðiligt problem, sum hann vildi sleppa av við. Eg veit ikki,. hvussu tað eitur á føroyskum, men á donskum kallast tað ‘ufrivillig afføring’.
Hann fór til ein av hesum klassiskt útdannaðu psykoanalytikarunum av tí gamla skúlanum við rót í sterkum traditiónum, sum arbeiða við fortíðini. Teir sótu so og arbeiddu við hesum probleminum. Ein dagin møtti eg honum og spurdi: -Nú hvussu gongst?
-Tað gongur nógv betri nú, svaraði hann glaður. Altso, eg skíti í buks enn, men nú veit eg hví.
Hann kundi eisini verið farin til ein av hesum meiri trendy, pop smartu NLP terapeutunum, sum arbeiðir við framtíðini, og so kundu teir sitið og visualiserað og teknað inn í framtíðina við farvublýantum, og so kundi eg møtt honum og spurt: - Nú hvussu gongst?
-Nú gongur tað ordiliga gott. Altso, eg skíti illa í buks enn, men nú eri eg farin at ganga við blæðu..
Ella hvat nú, um hann fór til ein, sum arbeiðir við nútíðini, ein kognitivan terapeut, sum sigur, at sjálvt um tú skítur illa í buks, so ert tú góður nokk. So kundu teir sitið og arbeitt við hesum probleminum og livað í nú´inum, og so kundi eg møtt honum og spurt: -Nú hvussu gongst? Og so hevði hann svarað: -Nú gongur tað ordiliga gott! Altso, eg skíti ræðuliga illa í buks enn, men nú leggi eg onki í tað.
Ongin loysti problemið ... Ongin royndi ... Akkurát sum politikararnir, so fingu teir hann bara at síggja annaðleiðis uppá tað heila, fingu hann at halda, at alt var okey...
Sum Jacob Haugaard skrivar í endirminningunum: Í Fólkatinginum handlar tað um, at ongin má finna út av, at alt tað, sum teir gera har, er totalt líkamikið: 50 milliónir til Sudan, 20.000 kr til Krølle Bølle Boldklub... Ella umvent og rætt mær wienerbreyðið.
Tað vil siga, at sum støðan er nú, kunnu vit halda áfram at velja teir somu nøkur og 30 tingmennirnar í og úr samgongu.. ELLA!!! Tí vil eg hava tykkum til hettar her: Veljið nakrar ordiligar politikarar at velja ímillum. Hey tit meirluti! Her er demokrati. Meirlutin ræður. Hoyr so her meiriluti: Eg vil hava tykkum at velja nakrar ordiligar politikarar at velja ímillum.
Thank you, call again.... og Góða ólavsøku.