Niðurlendski prinsurin Johan Friso, sum lá 20 minuttir undir einum skalvalopi í Eysturríki seinasta fríggjadag, fær kanska ongantíð vitið aftur. Í øllum førum er greitt, at hann hevur fingið álvarssaman heilaskaða. Tað sigur Wolfgang Koller, yvirlækni og sjúkrahúsinum í Innsbruck, sum prinsurin hevur verið á síðani óhappið.
AP-tíðindastovan skrivar, at tað tók 50 minuttir at fáa lív í prinsin, eftir at hann var funnin undir kavanum, og tað drúgva súrevnistrotið hevur havt sera álvarssamar avleiðingar.
Johan Friso prinsur er 43 ára gamal og næstelsti sonur Beatrix drotning. Hann og konan Mabel giftust fyri átta árum síðani, og tey eiga tvær døtur, sum eru fimm og seks ára gamlar.