Johan er við í Eysturríki, men hann fekk als ikki vant á jøvnum føti saman við liðfeløgunum, tá fyrsta landsliðsvenjingin í Graz var á skránni í morgun.
Ístaðin var talan um venjing saman við fysioterapeutunum hjá landsliðnum, sum við ymsum testum eisini royndu at vurdera, hvussu birgur spælarin er.
- Eg kundi sjálvandi ynskt, at tað gekk eitt sindur skjótari við hesum. Men ein skaði má respekterast, og so má eg bara taka ein dag í senn, sigur Johan, sum soleiðis als ikki vil meta, um hann er til reiðar at spæla leygardagin.
Heldur ikki Súni Olsen og Fróði Benjaminsen tóku lut í regluligu venjingini, men roknað verður tó við, at teir eru til reiðar leygardagin.