- Politikkur er í veruleikanum eitt fullkomið sjónleikarhús. Politikkarar lova
tað, teir ikki klára at halda. Eg lovaði viðvind á súkklubreytunum og stytri
bíðirøður í keypssamtøkunum á sinni. Johan í Kollafirði eigur at lova føroyingum
fleiri fiskar og lekrari grind, er fyrsta viðmerkingin hjá Jacob Haugaard, tá
Sosialurin í telefonini spyr hann um Johan í Kollafirði og Hin stuttliga
flokkin.
Kendi skemtarin Jacob Haugaard, sum so mong við eitt komu í tankar um, tá
tíðindini um Hin stuttliga flokkin frættust, gleðir seg at síggja, hvussu
valstríðið hjá Johan í Kollafirði og Hinum stuttliga flokkinum fer at vera. Hann
heldur, at Johan í Kollafirði má gera alt fyri at vera so stuttligur sum
yvirhøvur gjørligt undir valstríðnum.
-Eg vóni, at Johan í Kollafirði fer at geva føroyingum eitt totalt feitt og
undirhaldandi valstríð. So undirhaldandi, at føroyingar skrædna og liggja eftirá
í berum látri. Sjálvur gleði eg meg at síggja, hvussu tað fer at gangast honum,
og eg vóni, at tað verður stuttligt, sigur Jacob Haugaard.
Í Guds mynd
Jacob Haugaard er púra ósamdur við formanni Miðfloksins, Jenis av Rana, sum í
Sosialinum fyri fáum døgum síðani lýsti hin Hin stuttliga flokkin at vera eina
niðurgering av fólkaræðinum.
-Hatta er fullkomiliga burturvið, sum Jenis av Rana sigur har. Heilsa honum frá
mær og sig, at vit eru øll skapt líka í Guds mynd, og at fólkaræðið er fyri øll.
Fólkaræðið snýr seg millum annað um at fáa meiriluta. Jenis av Rana hevur eisini
sínar ætlanir við slíkum viðmerkingum, nevnliga at vinna sær meirilutan. Um
Jenis av Rana ikki kann taka tað, at Johan í Kollafirði stillar upp, hevur hann
misskilt fólkaræðið, og so egnar hann seg ikki at vera politikkari, sigur Jacob
Haugaard.
Hálvføroyski skemtarin heldur, at føroyingar, sum vanliga eru eitt so mergjað
fólkaslag, hava brúk fyri einum frískum vindi, sum Johan í Kollafirði er. Hann
heldur, at Johan hevur rætta hugburðin, vil royna okkurt nýtt og hevur tað
áhoyraratekkið, sum politikkarar hava brúk fyri.
- Í politikki hevur mann brúk fyri monnum, ið duga at selja eina vøru.
Billetseljarar vil eg kalla teir. Tit hava handan har skallutta við djúpu
røddini, butterfly og sigar, Breckmann eitur hann. Hann plagar at duga tað.
Johan hevur uttan iva eisini slíkar seljaraeginleikar, leggur Jacob Haugaard
afturat.
Angrar einki
Einki er at ivast í, at Jacob Haugaard tosar út frá royndum. Einans kendur sum
skemtari, kom hann í 1994 púra óvæntað inn í Fólkatingið við vónleysum,
skemtiligum vallyftum. Har skuldi hann knapliga sita millum royndar risar í
donskum politikki og taka støðu til týðandi politisk mál. Jacob Haugaard
ásannar, at hann als ikki hevði væntað at koma inn, og at tað var ótrúliga
trupult.
-Eg gravaði faktiskt mína egnu grøv. Tá mann situr uttanfyri er tað so ótrúliga
lætt at vera stuttligur og rópa upp um tað, mann vil. Men tá mann so kemur inn
og veruliga skal taka avgerðir, tá er tað trupult. Politikkur er jú har
kapitalur, vald og ein rúgva av áhugamálum møtast. Har er ikki lætt at ferðast
og mann skal vera varin. Tykkara Høgni Hoydal er eitt gott dømi um hatta. Beint
áðrenn hann kom í stjórn sá tað bjart út við ætlanum hansara, men aftaná at hava
roynt tær í tí veruliga politiska spælinum, sær ikki so bjart út longur. Hatta
er munurin á at vera innanfyri og uttanfyri, greiðir Jacob Haugaard frá.
Hóast hesar trupulleikar við at royna seg í politikki angrar Jacob Haugaard
einki og er glaður fyri tær royndirnar, hann gjørdi sær .
-Eg havi lært ótrúliga nógv, um hvussu politikkur veruliga virkar. Eg vil siga,
at hatta var eitt slag av meistaraútbúgving í samfelagsfrøði, eg tók har, sigur
Jacob Haugaard kanska við ætlanum um veruliga at geva Johan í Kollafirði brell.
Helst ikki inn
Hóast fyrrverandi Fólkatingslimurin gleðir seg at uppliva kollfirðingin undir
valstríðnum, heldur hann, at Johan í Kollafirði má vóna ikki at koma inn á ting.
- Johan má vóna, at hann ikki kemur inn. Vanlig fólk sum eg og hann hava tað
ofta trupult við at skilja tað veruliga politiska spælið og álvarsemi í truplum
avgerðum. Og mann kann koma sær í álvarsamar trupulleikar. Um tað skuldi hent
seg, at hann kemur inn, má hann beinavegin finna sær onkrar klókar gamlar menn
við politiskum royndum at ringja til, hvørja ferð ein avgerð skal takast, sigur
Jacob Haugaard at enda, sum í sínari tíð sum politikkari altíð spurdi seg fyri
hjá vinmanninum og táverandi borgarstjóranum í Århus, Thorkild Simonsen.