Johan Dahl afturvísir øllum gitingum um, at hann og Edmund Joensen skulu hava spunnið eitt lokkanet um kaj Leo Johannsen fyri at fáa hann at missa andlit
- Tað er púra burturvið at rógva framundir undirgraving á henda hátt og at skapa sensatión ella illteinkjan um mína og Edmundsa støðu í hesum málinum.
Tað sigur Johan Dahl, løgtingsmaður Sambandsfloksins í viðmerking til eina analysu í Sosialinum í dag og á Portalinum fyrr í dag.
Johan Dahl sigur, at tað sjálvandi sera óheppið fyri Sambandsflokkin at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur frá sær uttan nakra ávaring til floksfelagar sínar við tímars varsli.
- Støðan viðvíkjandi sessinum hjá Heðini Mortensen hevur eisini verið viðgjørd innanfloks bæði áðrenn og eftir, at tingmanningin peikaði á formannin sum eftirfylgjara hansara í landsstýrissessinum, sigur Johan Dahl, sum vísir á, at tey í Sambandsflokkinum eisini fara at greiða ?Heðin Mortensen fløkjuna? og málið um eftirfylgjara fyri Bárð Nielsen á slíkan hátt, at tað ikki gongur út yvir tingmannatal og politiska virksemið floksins annars.
Kaj Leo Johannesen gjørdi í Sosialinum í dag greitt, at hann ikki fer í landsstýrið, um úrslitið verður, at Heðin Mortensen kemur á ting sum annaðhvørt javanaðarmaður ella uttanflokkatingmaður. Kaj Leo Johannesen góðtekur ikki, at Sambandsflokkurin skal minka.
Hinvegin ger Heðin Mortensen í Sosialinum í dag støðuna upp við Sambandsflokkin. Hann vísir í langari grein á eina rúgvu av dømum, har hann er forfylgdur av sambandsfólki ? og har Sambandsflokkurin í einum føri hevur tapt eitt fólkatingsval, tí at Føroya Væl, sambandsfelagið í Suðurstreymoy, ikki vildi hava Heðin Mortensen á listan.
Tað er tí greitt, at Kaj Leo Johannesen ikki verður landsstýrismaður á hesum sinni ? og at Heðin Mortensen ikki fær sæti á tingi ? hvørki so ella so.
Men sum vit so ofta plaga at siga: Í politikikki kann alt henda, tí kunnu vit siga ? sum Anfinn Kallsberg plagdi at siga:
?Einki er avgjørt, fyrr enn alt er avgjørt.?
Um vikuskiftið fáa vit helst at síggja, hvussu leikur fer.