Johan Dahl, landsstýrismaður, boðar nú í nátt frá, at Vinnumálaráðið vísir skuldsetingum aftur í frágreiðingini, sum fíggjarleiðarin hjá Strandferðsluni sendir fíggjarnevndini sunnudagin.
– Vinnumálaráðið hevur í kvøld sent Fíggjarnevnd Løgtingsins viðmerkingar til ein teldupost frá fíggjarleiðaranum á Strandfaraskipum Landsins til Fíggjarnevndina, dagfestur 15. desember 2013, sigur Johan Dahl. Og hann heldur fram:
» – Í viðmerkingunum frá Vinnumálaráðnum verður m.a. afturvíst, at týðandi upplýsingar skuldu verið hildnar aftur fyri Løgtinginum í sambandi við viðgerðina av uppskotinum til fíggjarløgtingslóg 2013 og 2014.
Viðmerkingarnar frá Vinnumálaráðnum innihalda eisini dokumentatión fyri, at pástandir í nevnda telduposti ikki hava hald í veruleikanum.
Stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Bogi Mortensen, hevur í dag boðað frá, at hann er sjúkrameldaður í tríggjar vikur. Tí hevur landsstýrismaðurin við vinnumálum, Johan Dahl, sett Hans Jóhannes á Brúgv sum settan stjóra í nevnda tíðarskeiði.
Fyri at fáa fulla greiðu á fíggjarstøðuni hjá SSL er grannskoðarin hjá stovninum biðin um gera upp støðuna hjá Strandfaraskipum Landsins. Hendan frágreiðingin verður væntandi tøk fríggjadagin«, stendur í teldupostinum frá Vinnumálaráðnum.
Lesið brævið frá Johan Dahl til fíggjarnevndina VIÐ AT TRÝSTA HER
Lesi frágreiðingina frá Vinnumálaráðnum VIÐ AT TRÝSTA HER










