-Eg havi trupult við at síggja fyri mær, at tingmanningin hjá Sambandsflokkinum kann taka undir við at lóggeva eina lønarhækking hjá fakfeløgunum burtur. Hetta sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, nú formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclassen hevur róð framundir at lóggeva um lønarsteðg.
Johan Dahl sigur við Portalin, at Sambandsflokkurin hevur altíð respekterað, at arbeiðsmarknadurin er fríur, og flokkurin hevur ikki viðgjørt spurningin um at broyta politikk á hesum økinum.
-Sjálvur havi eg ? bæði sum sambandsmaður og sum landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum ? trupult við at skula taka undir við at lóggeva fyri ella ímóti lønarlagnum, soleiðis sum formaðurin í Fólkaflokkinum skjýtur upp sigur Johan Dahl og leggur aftrat:
-Hetta eru viðurskifti, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at avtala í fríum samráðingum, og soleiðis eigur tað at vera frameftir.
Arbeiðsmarknaðarmálaráðharrin sigur víðari, at vil man hava eina loysn um lønarstegðin eitt ár fram, sum ikki varð nátt á mál við í fyrsta umfari, so eigur man at troyta samráðingarleistin enn einaferð. -Tað vildi eg mælt landsstýrismanninum í fíggjarmálum til at roynt.
Løgmaður, Kai Leo Johannessen heitti annars undir fíggjarlógarviðgerðini á fakfeløgini um at vísa hógv og sleppa teimum trimum prosentunum í lønarhækking, sum longu eru avtalað at koma í gildi 1. november.
Formenninir í Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum hava sambært fjølmiðlunum mælt harðliga frá at lóggeva fyri lønarhækking.