Johan Dahl oljumálaráðharri

Oljumál hava rikið aftur og fram millum landsstýrismálaráð sum tongul í brimi frá eini samgongu til aðra hesi seinastu tíggju árini. Undir seinastu samgongu varð málsøkið flutt frá Vinnumálaráðnum til Fiski- og Tilfeingismálaráðið. Nú er tað aftur endað í Vinnumálaráðnum.

Tá Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin í morgun gjørdu av at skipa eina ABC samgongu varð eisini avgjørt hvørji málsøki skulu vera undir teimum ymsu landsstýrismálaráðunum. Her vórðu onkrar broytingar gjørdar í mun til undangongu. Eitt nú varð avgjørt at flyta oljumálini úr aftur Tilfeingismálaráðnum í Vinnumálaráðið.

Upprunaliga vórðu oljumál/marknaðarmál partur av løgmansembætinum. Nýggja oljumálaráðið varð stovnað eftir valið í 1998, og tá tók Eyðun Elttør við sum tann fyrsti landsstýrismaðurin í oljumálum. Tá ABC samgongan tók við í 2004 varð oljumálaráðið lagt saman við Vinnumálaráðnum við Bjarna Djurholm sum landsstýrismanni, og tá CHE samgongan tók við fyrr í ár varð økið lagt undir Fiski- og Tilfeingismálaráðið við Tórbirni Jacobsen sum landsstýrismanni. Nú ABC samgonga tekur við aftur verður sama málsøki, oljumál enn einaferð flutt ? aftur til Vinnumálaráðið.

Portalurin skilur, at Johan Dahl úr Sambandsflokkinum verður Vinnumálaráðharri og harvið eisini landsstýrismaður í oljumálum.