Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, er fegin um nýggja sáttmálan millum Føroya Tele og tvey altjóða oljufeløg.
- Í landsstýrinum fegnast vit almikið, tá føroyskar fyritøkur standa seg væl. Nýggjasta framstigið hjá Føroya Tele er einki undantak, tvørturímóti.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú tað hevur eydnast Føroya Tele at gera avtalu við oljufeløgini, Maersk Oil og Hess, um veiting av fjarskiftistænastum í Norðsjónum.
Landsstýrismaðurin staðfestir, at tað hevur stóran týdning, at føroyskar fyritøkur - privatar sum almennar - hava áræði at halda seg framat uttan fyri Føroyar.
- Føroyingar og fyritøkur, sum hava dirvi til at bjóða seg fram uttan fyri landoddarnar og koma heim aftur við góðum úrslitum, siga ofta somu søgu um, at vit eru minst líka dugnalig og sterk sum hini. Føroyskar fyritøkur hava førleikarnar og eru kappingarførar. Tað hava vit sæð, ferð eftir ferð.
Landsstýrismaðurin vónar, at samstarvið millum Føroya Tele og tey bæði oljufeløgini fer at hepnast so, sum nýggi sáttmálin leggur upp til.
- Roynist hetta væl, hevur Føroya Tele lagt ein góðan altjóða leist, sigur Johan Dahl, sum varðar av fjarskiftismálum í landsstýrinum.