Petur S. Johannesen
Fyrst mistu tit Heðin Mortensen av sambandslistanum í Suðurstreymoy og við honum fóru nógvar atkvøður, sum vera tað minni, til komandi løgtings- og kommunuval.
Síðan hevur Sambandsflokkurin mist enn ein stemmuslúkara úr valdøminum í Suðuroynni, har flokkurin er øktur við meira enn 300 atkvøðum síðan hann stillaði upp í 2002, og sjálvur fekk hann umleið 30% av atkvøðunum her suðuri.
Tað gongur sum túnatos her suðuri, at Johan Dahl nú er á veg inn í Fólkaflokkin. Hvat tað vil føra við sær til komandi val her suðuri, kann einhvør sambandsmaður gera sær greitt.
Sambandstingmaðurin, sum suðuroyggin hevur havt síðan 1906, verður mistur, tí ongin av hinum, sum hava stillað upp, hava tær dygdir, tað netverk og ikki minst áræði, og tað at tora at tosað Roma ímóti, sum Johan Dahl hevur víst at hann hevur, ferð eftir ferð.
Tað er eitt at gera hjá Sambandsflokkinum, og tað er at fáa hann inn aftur í flokkin og geva honum sessin sum landsstýrismann í fiskivinnumálum aftur, sum bleiv stolin frá honum av órøttum við løgmannsins hjálp norður til Norðoyggjar.
Har kemur so ongin sambandstinglimur til komandi val, tað skulu tit vera vissir í.
Takið tykkum saman sum leiða Sambandsflokkin, og gerið tað einasta, sum rætt er, og tað er at fáa profilarnar aftur í flokkin, tí teir manglar flokkurin meira enn nakrantí fyrr.
Sum nú er siglir Sambandsflokkurin á vandakós, tí báði Suðurstreymoy og Suðuroy og kanska onnur valdømi við, standa fyri einum eymýkjandi tapi til komandi val.
Her má gerast okkurt munagott í stundini.
Vit síggja, at formaður og næstformaður í Suðuroyar sambandsfelag høggast eftir hvørjum øðrum, tað sømir seg ikki, so nú meiri enn nakrantíð hava vit brúk fyri at samlast um eitt ella annað samlingspunkt, og tí er tað mín áheitan, at vit samlast um at fáa Johan Dahl aftur í landsstýrið og harvið er rætta upp upp á allar beistagerðirnar, og vit kunnu byrja at hugsa positivt aftur í Sambandsflokkinum.
Vágur 03.04.2006