Brasilska stórtalenti verður í dag alment kunngjørdur sum spælari hjá Barcelona.
Neymar da Silva Santos Júnior er navnið á mest umtalaða spælaranum í Brasil í hesum døgnum. Evnini eru ikki til at taka feil av. Hann dugur at spæla við einum bólti, men spurningurin er um hann eisini ferð at klára seg eins væl í Evropa, sum hann hevur í brasilskum fótbólti.
Í gjár spældu Brasil og Ongland javnleik 2-2 í venjingardysti. Neymar var á vøllinum fyri Brasil og at kalla øll eygu vóru vend móti manninum, sum seinni í dag verður vístur fram sum nýggjur spælari hjá Barcelona.
Hann er mettur sum tann spælarin, ið hevur størst søluvirðið í altjóða fótbólti sambært blaðnum SportsPro.
Ein av teimum, sum ikki metir Neymar verða eitt gott keyp fyri Barcelona er Johan Cruyff, sum er fyrrvernadi spælari og venjari hjá felagnum. Hann metir ikki, at Neymar og argentinski metmaðurin, Lionel Messi, kunnu spæla á sama liðið.
- Tú kanst ikki hava tveir skiparar á sama báti, sigur Johan Cruyff við World Soccer.
So er spurningurin um Johan Cruyff fær rætt ella ikki. Kunnu Neymar og Lionel Messi spæla á sama liðið?