Johan Dahl var á fundi við komandi nevndina í Atlantsflog, sama dag sum aðalfundur var í felagnum, 8. mars. Síðani tá hevur eingin fundur verið millum landsstýrismannin og nevndina í Atlantsflog.
Tað vísir innlit, sum Sosialurin hevur fingið úr Vinnumálaráðnum.
Málið er aktuelt í samband við brádliga stjóraskiftið í Atlantsflog leygarkvøldið. Sambært einum telefonnotati ringdi Niels Mortensen til Johan Dahl millum klokkan 23 og 23:30 leygarkvøldið. Nevndarformaðurin vildi kunna landsstýrismannin um, at nevndin hevði gjørt eina fráfaringaravtalu við Magna Arge og sett Jørgen Holme sum stjóra í eitt tíðarskeið á upp til tvey ár.
Sambært telefonnotatinum var grundgevingin hjá Niels Mortensen, at man vildi seta út í kortið av nýggjum. Tí metti nevndin tað vera best við einum nýggjum forstjóra, ið kundi koma við nýggjum eygum og hugsanum i felagið.
Sambært skjalainnliti hjá Sosialinum var fundur í Vinnumálaráðnum 8. mars í ár. Fundurin var millum landsstýrismannin og ta komandi nevndina í Atlantsflog. Sosialurin fær ikki innlit í fundarfrásøgnina, men sambært aðalstjóranum í Vinnumálaráðnum var tosað um framtíðar strategi fyri felagið.
- Tosað varð um ferðaseðlaprísir, um raksturin og um ætlaða samstarvið við Atlantis Rejser, sigur Bjørgfríð Ludvig.
Tosað varð eisini um Magna Arge, stjóra. Landsstýrismaðurin segði seg vera ónøgdan við at stjórin hevði úttalað negativt um Vága Floghavn í samrøðu við eitt ferðavinnublað. Hesi viðurskifti vóru eisini umrødd á aðalfundinum seinni um dagin, og har fekk stjórin høvi at svara fyri seg.
Á fundinum gav Johan Dahl somuleiðis til kennar, hvussu hann ynskti nevndina setta saman. Eitt nú, at hann vildi hava Niels Mortensen til nevndarformann.
Sambært innlitinum hjá Sosialinum hevur ikki verið fundur millum landsstýrismannin og nevndina í Atlantsflog síðani 8. mars.
Vanligt er annars, at Vinnumálaráðið hevur regluligar fundir við tey feløg, sum liggja undir ráðnum. Men soleiðis er ikki við Atlantsflog.
- Orsøkin er heilt einfalt, at Atlantsflog er skrásett á virðisbrævamarknaðinum, upplýsir Bjørgfríð Ludvig og heldur fram:
- Fundurin, ið liggur beint áðrenn aðalfundin í Atlantsflog, er sostatt einasta høvið hjá landsstýrismanninum at hitta nevndina og umrøða aktuell viðurskifti í felagnum.
Í spyrjitímanum í løgtinginum fyrrapartin, teimum ófráboðaðu fyrispurningunum, vildu fleiri løgtingsfólk hava landsstýrismannin í vinnumálum at greiða nærri frá stjóraskiftinum í Atlantsflog.
Les eisini: Løgtingslimir trúgva ikki Johan Dahl
Men Johan Dahl hevði eingi svar at geva teimum í somáta.