Jóhan, 5 ár: »Ein forskúli er ein forskúli«

Rúgva av børnum høvdu leitað sær í Sandágerð týsmorgunin, har ?Ketsjupp í eitt hjørn? bleiv svølgdur niður við Svali og frískum havsalti. Teirra millum var fimm ára gamli Jóhan, sum nú skal byrja í forskúla.

Lítla lotið, sum lá inn á Sandagerð týsmorgunin, visti ikki rættiliga um tað skuldi halda fast um frálíka várið vit hava havt, ella um summarið nú loksins skuldi sleppa framat.

Tað sóu mongu børnini niðri á sandinum tó ikki at geva sær stórvegis far um. Tey hugnaðu sær óført, meðan ein sera vælupplagdur Terji Rasmussen og ein somuleiðis vælsyngjandi Malan Thomsen sungu í mótvindinum fyri børnunum. Finnur Hansen á keyboard og floytu og Kolbein Simonsen á bass hugnaðu sær somuleiðis óført.

Og niðri á sandinum var tað, at tygara útsendi kom fram á seks ára gamla Egil, sum sat saman við vinfólkunum og trallaði við, tá Terji sang "Eg buki, eg banki?".

? Eg havi bara fýra dagar eftir, so skal eg í skúla, sigur Egil.

Gleðir tú teg at sleppa úr barnagarðinum?

? Ja!, svarar Egil og hyggur upp á ein smílandi pedagog, vendir síðan eftir hálvum øðrum sekundi 180 gradir og svarar.

? Nei!

Men hann gleðir seg kortini vísir tað seg.

? Ja, eg skal byrja í 1a í Hoyvíkar Skúla, sigur Egil við ikki sørt av stoltleika í røddini.

? Og eg skal byrja í 1b, sigur Jóhan, sum eisini er seks ár.

Eisini í Hoyvík?

? Nei, í Venjingarskúlanum sigur Jóhan.

Teir báðir eru teir mest prátingarsamu.

Ein annar Jóhan er tó eisini í fylginum. Hann er fimm ára gamal, og sigur ikki so nógv. Men hann nikkar, tá vit spyrja, um honum dámar tónleikin.

Skalt tú eisini í skúla?

? Nei, eg skal í forsskúla, sigur yngri Jóhan.

Hvat er ein forskúli?

? Atlso? tað er ein forskúli, sigur Jóhan og stingur súgvurørið í munnin og sær út til at hugsa óført.

Nú vil Egil hjálpa Jóhan.

? Altso, tað sum hann meinar við er, at forskúlin er tann reyði skúlin. Er tað ikki? spyrj Egil. Hini nikka.

Eisini fimm ára gamla Anita. Hon er ikki kedd av, at tað nú lækkar móti endaðum við barnagarðskarrieruni. Henni dámar eisini væl tónleikin, og singur stillisliga við í ?Á Mumi??. Henn dámar best appelsin Svali. Og so er ikki so øgiliga nógv meira at práta um. Anita sær út til at vera ein genta, sum ikki júst er so glað fyri blaðmenn, ið standa beint fyri, tá orkestrið spælir.

Og soleiðis takka vit fyri prátið. Uppi á bakkanum stendur Kaj Johannesen við barnavogni og einum te?koppi. Eisini tey vaksnu hugna sær. Og tá ið Pipar & Salt hitlagið ?Pipar í eitt hjørn? rungar gjøgnum hoytalararnar situr ikki ein barnakroppur stillur.

Og orkestrið fær størstu lógvabrestirnar higartil henda dagin?