Jógvan vann búmerkjakapping

Føroya Musikklærarafelag hevur fingið nýtt búmerki.

Í samband við at Føroya Musikklærarafelag næsta ár hevur verið virkið í tretivu ár, útskrivaði felagið í vár eina kapping um nýtt búmerki.


Undirtøkan fyri kappingini kann ikki sigast annað enn at hava verið góð, tí felagið fekk heili 44 uppskot, ið øll lúkaðu treytirnar fyri luttøku í kappingini.


Dómsnevndin metti eftir drúgva umrøðu, at tað var uppskotið hjá Jógvan Andersen av Skála, ið var tað besta. Harvið vann Jógvan heiðurin og 15.000 krónur. 


Nýggja búmerkið er av eini lættari hond, ið heldur taktstavi soleiðis, at hann ber út um ringin, ið er tónleikurin sjálvur.