Jógvan Páll er ein sera virkin maður í Fugloynni

Tað er ikki hvørjum manni beskorið at vera so virkin, sum Jógvan Páll Poulsen á Kirkju í Fugloy er, hóast hann skjótt fyllir 72

Í nógv ár var hann í starvi fyri Strandfaraskip Landsins.

 

Hann sigldi í fleiri ár við Smyrli, og tey seinnu árini var hann við Rituni á heimligari leið.

 

Jógvan Páll, sum er føddur hin 13. apríl í 1952, er ættaður av Kirkju, og hann hevur eisini hús á Kirkju.

 

Nú hann væl og virðiliga er farin um pensjónsaldur, er heilsan so mikið góð, at hann er virknari enn teir flestu á hansara aldri.

 

Tað var Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar kommunu, ið vísti okkum á mannin, sum tekur sær av einari rúgvu í Fugloynni.

 

- Vit eru so fáment her úti, og tí er gott at hava slík fólk, sum kunnu vera virkin og taka tøk, helt borgarstjórin fyri.

 

##med2##

 

Nógv jørn í eldinum

 

Nú Jógvan Páll er givin hjá SSL fyri árum síðan, er hann avgreiðslumaður hjá Strandfaraskipum Landsins í oynni.

 

Men, umframt hetta tekur hann sær eisini av SEV-verkinum á Kirkju, sum veitir streym til alla Fugloynna.

 

Hann koyrir eisini olju til húsarhaldini, og er kavi, grevur hann kava, bæði fyri Landsverk og kommununa, men tað er kommunan, sum eigur maskinuna.

 

Haraftrat syrgir Jógvan Páll fyri, at ruskbingjurnar, sum IRF hevur standandi í Fugloy, regluliga verða tømdar.

 

Bingjurnar fara umborð á Rituna og verða tømdar í Hvannasundi, áðrenn tær koma út aftur til Fugloyar.

 

Hevur Jógvan Páll brúk fyri nøkrum frídøgum í Klaksvík, har hann og konan eisini hava eini hús, og har konan arbeiðir, tekur ein annar maður á Kirkju, ið siglir sum maskinmeistari við Rituni, yvir, tá hesin hevur nakrar frídagar.

 

##med3##

 

Gongur slett ikki

 

Jógvan Páll Poulsen minnist aftur á tíðina, tá tað var upp á tal at royna Rituna á svínoyar-og fugloyarleiðini.

 

- Tá varð sagt, at hetta gongur slett ikki, tí skipið er alt ov stórt.

 

Men, hetta var slett ikki veruleikin, og tað hevur eisini eftirtíðin prógvað.

 

- Eg vil siga, at Ritan hevur roynst sera væl á okkara leiðum. Hon er eitt sera gott skip, sum kann sigla at kalla í øllum veðri. Skipið hevur tveir motorar og bógskrúvu, tó at bógskrúvan skuldi verið størri.

 

Um sín leiklut í dag, nú hann hevur rættiliga nógv at takast við, sigur kirkjarmaðurin, at kanska er hetta heldur nógv hjá einum pensjónisti.

 

- Men, tað gongur sum er, leggur hann brosandi aftrat.

 

Jógvan Páll vísir á, at tað legst ikki nógvur kavi í Fugloy, men tað eru dagar um veturin, har neyðugt er at fara í gravmaskinuna.

 

Hann sigur, at á SEV-verkinum, sum hann eisini tekur sær av, eru tríggir motorar – ein størri og tveir smærri, og tað er tann stóri motorurin, sum er í gongd alla tíðina.

 

Teir báðir smærru motorarnir megna eisini at bera el-netið í oynni.

 

- Eg taki mær av tí dagliga við motorunum og viðlíkahaldinum, men er tað soleiðis, at størri arbeiðir skulu gerast, sendir SEV fólk út til Fugloyar.

 

Hann sigur, at tað er luftlinja, sum førir streymin millum bygdirnar, og tað kemur onkuntíð fyri, at her er slit.

 

- Men, nú verður ikki leingi, til linjan verður løgd niður í jørðina. Meginparturin er grivin, og tað er eisini grivið oman til báðar bygdirnar.

 

Um oljuna, hann koyrir til húsarhaldini í oynni, sigur Jógvan Páll, at her er skipanin hon, at oljan kemur úr tangunum, sum SEV hevur á Kirkju í samband við el-veitingina, og hetta er olja frá Magn.

 

- Eg brúki SSL-bilin, sum eisini hevur ein níggju tons stóran krana, til oljuveitingina til húsarhaldini, sigur hann.

 

 

 

Flettir 20 lomb

 

Sum flestu íbúgvar í Fugloynni, hevur hann eisini nakað av seyði, og Jógvan Páll flettir eini 20 lomb um heystarnar – og kanska eru onkrir veðrar, sum ganga í fitilendi, eisini.

 

Jógvan Páll og konan eiga tvey børn. Sonurin er tyrluskipari og starvast uttanlands, og dóttirin er sálarfrøðingur og býr í Saltnesi.