Høvuðsvenjarin hjá B68, Jógvan Martin Olsen ásannar, at brekkan er brøtt hjá B68, aftaná enn eitt tap, men hann slær fast, at liðið fer at stríðast til tað seinasta.
Jógvan Martin heldur, at í 1-3 tapinum hjá B68 ímóti NSÍ í dag hevði B68 nóg nógvar møguleikar til at fáa stig burturúr, men hesir vóru brendir, og samstundis vóru toftamenn ov sløsutur í avgerandi støðum í verjupartinum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Jógvan Martin Olsen í sendingini "Triði hálvleikur" á Rás2 fyrr í dag.
(Mynd: football.fo)










