Jógvan Martin: Atli gjørdi brotsspark

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Venjarin hjá ÍF heldur seg heldur hava mist tvey stig enn fingið eitt

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá ÍF, Jógvan Martin Oslen aftaná 2-2 javnleikin hjá ÍF á heimavølli í Fuglafirði ímóti grannaliðnum, Víkingi.

 

Um eina avgerandi støðu ímóti dystarenda, tá ÍF leikararnir meintu, at Atli Gregersen gjørdi brotsspark er Jógvan Martin Olsen samdur við sínum spælarum, at Atli Gregersen við sínum næstan tveimum metrum og 100 kg ger eitt brotsspark, sum átti at verið dømt til ÍF.

 

Høvuðsvenjarin hjá ÍF heldur ikki, at hann hevur vunnið eitt stig í dag, men heldur tapt tvey. Hann leggur tó dent á, at hann er sera væl nøgdur við hugburðin av avrikið hjá sínum spælarum í dag.